Tjalding á Fjarðafestivalinum

Tjalding er eftirhondini vorðið ein obligatoriskur partur av einum festivali, og nú bjóðar Fjarðafestivalurin eisini tjaldingarpláss.

Fjarðafestivalurin hevur við stórari vælvild frá hagastýrinum í Skálafirði fingið eitt ógvuliga náttúruvakurt og væl egnað pláss til tjaldingina, beint norðanfyri festivaløkið. Prísurin fyri tjalding er 150 kr. fyri hvørt tjaldið.

Tað ber til at tekna seg til tjalding á www.fjardafestival.com.