Tjalding á festivalinum

Góðir møguleikar verða til tey, sum hava hug at taka tjald við og gista á Fjarðafestivalinum.

Fjarðafestivalur



Eitt stórt øki er lagt av til tjalding, húsbilar og kampingvognar. Tey, sum ynskja at tjalda.

Norðanfyri Kelduna er ein rætt, og beint norðanfyri hesa rættina er ein stór fløta, sum Fjarðafestivalurin hevur fingið loyvi til at nýta sum tjaldingarøki. Hetta er beint við festivaløkið; tað eru einans nakrir fáir metrar at ganga ímillum Kelduna og tjaldingarplássið.

Hetta er eitt vakurt og hugnaligt øki, við eini á, sum rennur beint ígjøgnum. Terje Vestergaard, fyrireikari, sigur, at plássið á tjaldingarøkinum er mestsum óavmarkað.

- Her trýtur ikki pláss. Fólk kunnu fara heilt niðanum hamaran, um tey hav hug.


Parkering til húsbilar

Beint hinumegin rættina, nærri sjálvum festivaløkinum, er eitt parkeringsøki sett av til húsbilar og kampingvognar. Har verður gott pláss til bilarnar, sum so koma at standa heilt nær festivaløkinum. Fleiri hava umbiðið sær pláss til vognar í ár.

Sjálv rættin, sum liggur ímillum tjaldingarplássið og plássi til vognaplássið, verður eisini tikin í brúk. Rættin verður ruddað og sópað, og tjøld verða sett upp inni í henni. Borð verða eisini sett upp, og har verða góðir møguleikar at gera sær mat og at vera saman hjá teimum, sum gista í økinum.

Í fjør vóru tað rættiliga fá, sum gistu á tjaldingarplássinum, sigur Terje.

- Í ár fara vónandi fleiri at gera brúk av frálíku umstøðunum, sum vit hava til tjalding her á økinum. Her er nokk av plássi og tað liggur væl fyri í mun til festivaløkið.