Tjaldið upp hóast illveður

Hóast veðrið hevur skikkað sær illa í dag, er stóra tjaldið til Summar Festivalinum komið upp

Seinastu dagarnar hava tey arbeitt við at gera klárt til Summar Festivalinum í Klaksvík.

 

Fyri tað nógva hevr veðrið verið frálíkt, men nú seinasti parturin av stóra tjaldinum skuldi upp, spældi veðrið avgjørt ikki við.

 

Tjaldið er tó komið upp, og eingin ivi man vera um, at fyriskipararnir heldur enn fegnir taka hendan dagin við illveðri, um teir afturfyri fyri góðveðrið, sum veðurstovurnar lova, um vikuskiftið.