Tjaldið komið upp

Farið er undir at rigga til 130 ára dagin hjá sluppini Johonnu TG 326.

Leygardagin verður stórur 130 ára føðingardagur á bryggjuni í Vági. Sluppin Johanna hevur 130 ár á baki í ár og leygardagin verður hetta hátíðarhildið.

 

Í kvøld er stórt tjald sett upp á bryggjuni undir stóru bygningunum, og har verður Johanna eisini løgd við bryggju leygardagin.

 

sí skránna fyri tiltakið í grein longur niðri á in.fo síðuni.