Tað er ikki bara sum at siga tað at hava tjald á G! festivalinum.
"Vit høvdu funnið okkum eitt tjaldpláss í gjár og sett tjaldið upp. Eina ferð gjøgnum náttina hevur onkur so knúst tjaldið niður. Pløkkarnir, sum halda tjaldinum, vóru allir stolnir, og skorið var í plastikkið. Tað var ógjørligt at seta tjaldið uppaftur," sigur Tummas Napoleon Eidesgaard úr Miðvági.
"Men tað var eingin katastrofa. Vit fingu innivist hjá fólki vit kenna, og kassin var har enn," leggur Rói Hammershaimb Hansen flennandi aftrat, sum á ongan hátt hevði latið seg ávirkað negativt av herverkinum.
"Tað hevur regnað eitt sindur í dag, men tað er okay. Vit hava latið okkum í eftir veðrinum, so lagið er gott fyri tað," sigur Súna Nielsen úr Vestmanna.
"Í kvøld verður tað Travis, sum fer at spæla. Tað gleði eg meg ótrúliga nógv til. Men Páll Finnur Páll verður eisini gott, tá man jú kann syngja við øllum songunum," sigur Sveinur Bjarkason av Oyri.