Útjaðarin má undantakast verkfalli

Føroya Arbeiðsgevarafelag heldu ikki tað er í lagi, at tey økini í Føroyum, sum ikki hava fast samband við meginøkið, verða avskorin, tá verkfall er. Seinastu dagarnar hevur umrøða verið av støðuni, útjaðarin kemur í, tá verkfall er. Flestu eru samd um, at tað ikki er nóg væl fyriskipað, tá somu partar av landinum aftur og aftur verða raktir munandi harðari enn aðrir partar av landinum.

Vinnuvirksemi í útjaðaranum í Føroyum hevur í forvegin stórar avbjóðingar í tí dagliga orsakað av fjarstøðuni til meginøkið. Tað er eisini har flestu smærri fyritøkurnar eru, og eru hesar serliga sárbarar, tá verkfall er.

Breið semja sá tá út til at vera í politisku skipanini um, at henda støðan var óhaldbar, og landsstýrið gjørdi greitt, at loysnir skuldu finnast. Hetta sást m.a. í bløðunum 17. og 18. oktober sama ár. Nú sær út til, at politiska skipanin aftur hevur tikið málið upp, og somuleiðis sær út til, at breið undirtøka er fyri at finna loysnir á hesum. ?Vit vóna, at hesaferð ber á mál at finna eina loysn á hesum fyri útjaðaran sera týdningarmikla málið?, sigur Jóhan Páll Joensen, formaður í Føroya Arbeiðsgevarafelag við heimasíðuna hjá Vinnuhúsinum.

Arbeiðsgevarafelagið er av tí áskoðan, at eitt framkomið samfelag kann ikki liva við, at stórar oyggjar sum Sandoy og Suðuroy verða avskornar frá meginøkinum í longri tíð, og at vinnuvirksemi kring oyggjarnar steðgar upp, eisini virksemi, ið ikki er partur av arbeiðssteðginum.

- Mótsetningurin millum stóru útoyggjarnar og meginøkið fer bert at gerast enn størri enn hesin er í forvegin, sigur Jóhan Páll Joensen, formaður í Føroya Arbeiðsgevarafelag.