Tjóvur trýr hvør maður stjelur...?

Undir orðaskiftinum á tingi í gjár umrøddu tingfólk upp­skot­ið um gjøld og ann­að í sam­bandi við makr­el­fisk­i­skap­­in.

Jákup Mikkelsen, løg­tings­­mað­ur Fólka­floks­ins vildi hava at vita, um Vinnu­­nevnd­in hevur umrøtt møg­u­leik­an at seta upp vak­mynd­a­tól umborð á øll­um skip­u­num til tess at tryggja, at eing­in fisk­ur verð­ur tveitt­ur fyri borð.
Men tann spurningin hevði vinn­­­u­nevnd­in als ikki við­gjørt.
– Kanska er tað tí, at vita halda, at føroyski fiskimenn gera ikki slíkt – (altso tveita fisk fyri borð, red.) segði Al­fred Olsen.
Hvør skal siga... Sam­bands­­menn halda ikki, at fisk­­­i­menn tveita fisk ú­t­aft­ur, men tað gera fólka­floks­menn eftir øllum at døma.
So er spurningurin, hvør fylg­ir betur við á felti­num, vinnu­­lívs­­menni­n­ir í Fólka­flokk­i­num ella skriv­stov­u­menn­­inir í Sam­­bands­­flokk­i­num...