Tjóvur tømdi pengakassan

Løgreglan leitar í løtuni eftir einum tjóvi, ið hevur stolið umleið 3.000 krónur og tíggju fløskur av rúsdrekka frá auluni í Hoydølum. Tað upplýsir vakthavandi á løgreglustøðini.


Fríggjakvøldið varð skipað fyri veitslu í skúlanum, og alt spældi væl av. Men í gjárkvøldið, tá fólk vóru farin at rudda eftir veitsluna, varnaðust tey, at peningurin frá søluni og nakrar fløskur av rúsdrekka vóru horvnar.


Vakthavandi upplýsir, at málið verður kannað í løtuni, og um nakar hevur sæð nakað illgrunasamt leygarnáttina ella heldur seg vita nakað um stuldurin, so eru tey vælkomin at seta seg í samband við løgregluna.