Tjóvurin var í ferð við at bróta inn, tá ið ein vaktarmaður kom fram á hann. Vaktarmaðurin gjørdist frá sær sjálvum og tók eina øks í hendi og vildi sláa hana í høvdið á tjóvinum. Tjóvurin flýggjaði úti bilin, men vaktarmaðurin fór so illa við bilinum hjá honum, at tjóvurin slapp ikki avstað. Einasti útvegurin var at ringja til løgregluna, og tá ið hon kom á staðið, kundi hon handtaka bæði tjóvin og tann øra vaktarmannin.