Tjóvstarturin á ólavsøku

Fleiri túsund fólk byrjaðu ólavsøkuna longu fríggjakvøldið við at fara í konsert í Kommunuskúlagarðinum

 

Tá klokkan leið út ímóti trý leygarmorgunin og Frændur sendu teir seinastu tónarnar út ígjøgnum hátalararnar, var Kommunuskúlagarðurin pakkaður av fólki, og fyriskiparin, Føroya Undirhaldstónleikarafelag, kundi hyggja aftur á enn eina sera væleydnaða ólavsøkukonsert.

Konsertin legði spakuliga frá landi við teimum meira friðarligu bólkunum og lætti so av álvara tá klokkan leið ímóti midnátt, og fólk møttu upp at hoyra teir harðaru bólkarnar.

MC-Hár reis upp úr gloymibókini aftur, og við góðari hjálp frá Terja Rasmussen, Róki Jacobsen og tveimum livandi føroyskum fløggum fekk hár-bólkurin øgiligt lív í áhoyrarafjøldina.

Terji Rasmussen, sum ikki hevur verið so konsertaktuellur seinnu árini var aftur á pallinum seinni um kvøldið, hesuferð við Frændum, sum eins og í fjør fingu heiðurin at enda konsertina við einari nakað longri framførslu enn hinir bólkarnir.

Hetta hóvaði áhoyrarunum. Fremst stóðu fólk í trunka og skumpaðust og hoppaðu og sungu við av hjartans lyst. Aftanfyri trunkan varð dansað og heilt har afturi stóðu fólk friðarliga og lurtaðu.

Regnið, sum summir av veðurmonnunum høvdu hótt við frammundan, kom ikki kortini undir konsertini. Onkuntíð sirmaði, men ongantíð so nógv at tað rak fólk inn undir skjól, men hjá nógvum bleiv sum vera man eitt sindur váttligt kortini.



Les ummæli av Ólavsøkukonsertini í Sosialinum í morgin