Jákup Mikkelsen heldur ongan iva vera um, at ferð kemur á verkætlanina við Norðoyatunnlinum í heyst, og at tann ivi, sum er sáddur, í stóran mun er uttan nakrar haldgóðar grundgevingar.
- Sambært ætlanini og teimum upplýsingum, sum fyriliggja, verður farið í gongd við sjálva boringina seinast í hesum árinum, og tað er at fegnast um.
Jákup vísir á, at politiski myndugleikin hevur gjørt allar samtyktir og givið P/F Norðoyatunnlinum allar heimildir, og tískil eru allir karmar skaptir til tess at fullføra kostnaðar- og kravmikla arbeiðinum.
Tjóðveldismenn forða
Nakrar skuldsetingar og hóttanir hava verið at sæð í sambandi við Norðoyatunnilin, og av hesum hevur ivi staðist um ymisk mál í verkætlanini. Jákup Mikkelsen vísir á, at í hesum sambandi hava serliga tjóðveldismenn týggja sær illa.
- Við tað at Fólkaflokkurin umsitir hetta málið, hava tjóðveldismenn við politiskum og taktiskum snildum roynt at sáa iva og finnast at ymsum, uttan at hesar skuldsetingar hava verið grundgivnar, sigur Jákup Mikkelsen. Hann sipar við hesum fyrst til, at SEV stjórin, Klæmint Weihe, ikki fekk loyvi at halda fram, umframt at Heini O. Heinesen fleiri ferðir hevur hótt við samgongusliti orsakað av ónøgd síni.
- Um nakar vandi er við slíkari verkætlan, so er tað júst hesin framferðarhátturin hjá ávísum tjóðveldismonnum, tí slíkt skaðar samlaðu verkætlanina, heldur Jákup Mikkelsen. Hann vísir eisini á, at talan gerst um eina politiska óstabila støðu, og tað er tað seinasta einum nýtist, tá so stórt arbeiði skal gerast.
NCC hildið fram
Jákup Mikkelsen vísir eisini á, at NCC, sum stóð fyri arbeiðinum í Vágatunnlinum, eisini skuldi fingið ábyrgdina av arbeiðinum tvørtur um Leirvíksfjørð.
- Nógv tíð hevði verið spard, um NCC beinanvegin varð sett til uppgávuna, tí samfelagið missir nevniliga pening fyri hvønn dag, sum fer. Um hetta hevði verið avgreitt, høvdu vit møguliga verið komin longri við verkætlanini í dag, sigur Jákup Mikkelsen.
Hann vísir á, at missurin í tíð kann vera eitt hálvt til eitt ár, og at man í seinasta enda kann missa meiri fyri minni.
30-50 mió. í árligum vinningi
Jákup Mikkelsen leggur eisini afturat, at samfelagsligar metingar og útrokningar vísa ein vinning á 30-50 mió. krónur, um ein undirsjóvartunnil verður gjørdur.
- Munurin á einum undirsjóvartunnli og ferjusigling er sera stórur. Umframt at siglingin sjálv tvørtur um fjørðin tekur ein hálvan tíma, fer sera nógv tíð at bíða, og er hetta til stórar útreiðslur fyri fyritøkurnar í Norðoyggjum.
Jákup Mikkelsen leggur dent á, at framleiðslan má steðga fyrr og tekur longri tíð at koma til meginøkið, umframt at lønarútreiðslurnar eru nógvar til fólk, sum í arbeiðstíð ferðast ímillum.
- Tá er munur á teimum seks minuttunum, tað í framtíðini tekur at koyra úr Leirvík til Klaksvíkar, sigur Jákup Mikkelsen at enda.
Mynd: Jákup Mikkelsen fegnast um, at arbeiðið við Norðoyatunnlinum tykist fara í gongd í næstum, og vísir hann á stóru samfelagsligu ágóðarnar av hesum.