Tjóðveldislistin liðugur

Norðurstreymoyar Tjóðveldisfelag hevur stillað somu fýra valevni upp, sum uppstillað vórðu til seinasta løgtingsval

Løgtingsval

Valevnislistin hjá Norðurstreymoyar Tjóðveldisfelag til løgtingsvalið er liðugur.
Felagið hevur stillað fýra valevni upp, og eru tað tey somu, sum stillað vórðu upp til seinasta løgtingsval.
Valevnini, sum eru á tjóðveldislistanum í Norðurstreymoy, eru hesi:
Jógva Durhuus, løgtingsmaður, Vestmanna
Heini Holm, borgarstjóri, Kvívik,
Sunniva Kollslíð, skrivstovukvinna, Streymnesi og
Niklái Petersen, skipari, Kollafirði.
Tjóðveldisflokkurin gjørdist størsti flokkur í Norðurstreymoyar valdømi á seinasta løgtingsvalinum, sigur felagið í tíðindaskrivi. Ta ferðina fekk Tjóðveldisflokkurin 599 atkvøður í Norðustreymoy.