Vænti, at tey flestu ynskja eitt løgting, sum umboðar kvinnur og menn í øllum aldrum, við ymiskum førleikum, búsitandi í øllum Føroyum. Eitt løgting, sum Føroya fólk kennir seg aftur í - eitt løgting eins fjølbroytt og føroyingar flest. Og so ikki at forgloyma eitt ment, mergjað og mentað løgting, har øll hava virðing fyri sjónarmiðunum hjá hvør øðrum – samd ella ósamd.
Við fjølbroytni gerst kjakið kraftmikið, og vit kunnu sum politikkarir verða sannførdir um, at øll sjónarmið hava verið lýst, tá avgerðin verður tikin.
Kanningar í Norðuratlantsbólkinum um, hví føroyingar velja at búseta seg í Danmark vístu millum annað, at mong velja Føroyar frá vegna konservatismu.
Comfort zone
Heini Zachariassen hevði áhugaverda framløgu á Vinnudegnum herfyri. Hann tosaði m.a. um "comfort zone". Greiddi frá, hvussu týdningarmikið tað er, at vit sum menniskju tora at seta okkum nýggj mørk og nýggjar avbjóðingar. Eisini segði hann, at um vit ikki royndu at arbeiða fyri, at "comfort zonan" vaks, ja so tørnaði hon alsamt. Hugsi, at Bill Justinussen og helst fleiri við honum kenna seg hóttar í síni "comfort zone" á tingi. Kanska hann og aðrir við honum heldur skuldu hugsað: ”Áhugavert – vit eru ósamd, men sum tað er nógv meiri gevandi at kjakast, nú enn fleiri sjónarmið verða lýst!” Kanska fleiri høvdu hildið føroyska samfelagið verið litríkt og eggjandi at vent heim til, um hesin var hugburðurin.
Hoyrdi herfyri hollu Aslaug Gisladóttir siga, at kanningar vístu, at retorikkurin broyttist í norðurlendsku tingunum, tá kvinnuumboðanin fór upp um tey 30%. Við 5 kvinnum á tingi eru vit ikki í nánd av hesum prosenti. Haldi tó, at kvinnurnar - í øllum flokkum - eru meira sakligar enn flestu menn. Og klandusrvættini havi eg higartil bert sæð millum menninar.
Eitt kann eg lova: Tjóðveldi rúmar fjølbroytni, og kvinnurnar í Tjóðveldi eru komnar fyri at verða! Ikki bert eitt "slag" av kvinnum, men rúmligar konur, mammur og ommur við alskyns førleikum og útbúgvingum. Allar, sum halda politikk vera áhugaverdan, og sum hava hug at gera sína ávirkan galdandi og sum royna at vísa tolsemi.
Tørvurin lýsir langan veg!