Tjóðveldiskvinna - vakna!

TAÐ er ikki so løgið, at tjóðveldiskvinnan Anita á Fríðriksmørk ógvast um ta stóru privatu nýtsluna.

TAÐ er ikki so løgið, at tjóðveldiskvinnan Anita á Fríðriksmørk ógvast um ta stóru privatu nýtsluna. Ein og hvør dugur at síggja, at tað ruggar ikki rætt, sum summi kunnu tilláta sær at brúka pening. Tað veri seg til bilar, skíðferiur suðuri í Fraklandi, parabolir, klubbavitjanir o.s.fr.


MEN dugur Anita á Fríðriksmørk at síggja, at tað er ikki flakakvinnan, skipasmiðurin, lærarin, starvskvinnan ella pensionisturin, sum kann dusa sær? Ella dugur Anita at hugsa sær, hvørjar nakrar av orsøkunum eru til, at privata nýtslan er líka so stór í føroyska samfelagnum, sum hon var í áttatiárunum, tá bankarnir oystu pening út til fólk fyri 14 prosent í rentu?


JÚ, m.a. tí at nøkur sleppa lættari í skatti! Vit hava handverkarar uttanlands- við serligari skattaskipan. Fiskimenn, sum síðsta ár forvunnu nógv, men sum sleppa lættari í skatti. Vælunt, men tað økir privatnýtsluna. Vantar ikki ein reguleringsskipan?


HARAFTURAT hava vit serskipanir viðvíkjandi MVG?num, sum nøkur kunnu gera sær dælt av. Vit hava eina rúgvu av B-skattagjaldarum, sum óivað hava fleiri frádráttarmøguleikar. Eisini eru vit í tí støðu, at eingin hevur eftirlit við, um ein 500 krónu seðil fer úr »kassanum« yvir í privata nýtslu, áðrenn inntøkan er komin á skattaskjalið.


RÆTT hevur landsstýrismaðurin í fíggjarmálum, Karsten Hansen, at tað er ikki neyðugt at tálma nýtsluni. Vit hava yvirskot á handilsjavnanum og onnur búskaparlig viðurskifti ganga á rætta borðið. Hinvegin hevur Karsten Hansen eisini rætt, tá hann áður hevur sagt, at nú mugu vit vera meiri sparin og varin í pengamálum, tí vit skulu jú fyrireika okkum til fullveldi?


OG tí sigur landsstýrismaðurin í fíggjarmálum kortanei til, at fólk skulu fáa meiri løn, sum fakfeløgini annars krevja? Hvørji fólk umboða so hesi fakfeløg? Jú, teir landsmenn, sum neyvan hava ta stóru privatnýtsluna, sum Anita ber ótta fyri. Men flokkurin hjá henni - gamli verkamannaflokkurin - vil ikki geva teimum lønarhækkan. Men fer hon so at krevja, at fyrimunirnir, sum elva til nýtslu, skulu skerjast? Neyvan, tí Fólkaflokkurin sigur nei. Og hann skal verða trygdin fyri fullveldi. Og í hansara favni hvílur solidaritetshugsjón Tjóðveldisfloksins ídag!