Tjóðveldisflokkurin vil stovna ein týðaragrunn

Tjóðveldisflokkurin hevur lagt uppskot fram á ting um at løgtingið skal heita á landsstýrismannin í mentamálum um at skipa soleiðis fyri, at settur verður á stovn ?Týðaragrunnur Landsins?

Endamálið er at flyta føroyskar bókmentir í fremmand mál og áhaldandi at flyta tað frægasta og mest aktuella í heimsbókmentunum yvir á føroyska tungu.

- Umsitingarliga ber til at leggja grunnin saman við Mentanargrunni Landsins, men rættast er, at hesin grunnurin stendur einsamallur, soleiðis at teir ikki eta burturav fænum hjá hvørøðrum, so ólíkir teir verða í sínum virksemi og atlitum, sigur flokkurin.

Sum eina lagaliga byrjan hugsa uppskotsstillararnir sær, at sett verður av ein millión krónur fyri fíggjarárið 2008 til endamálið. Landsstýrismaðurin eigur at seta mark fyri, hvussu mikið av fíggjarorkuni skal brúkast hvønn vegin í flytingini av málum, tvs. hvussu mikið skal nýtast til at flyta føroyskar bókmentir í fremmand mál og øvut. Hugsandi er, at helvtarbýtið hevði verið rímiligt.