Hildur Eyðunsdóttir
??????????
Tjóðveldispolitikkur er eisini býráðspolitikkur, og sjáldan hevur tað verið so týdningarmikið, at fáa ein sterkan Tjóðveldisflokk í býráðið, sum til hetta valið. Í Tjóðveldisflokkinum vilja vit gera Tórshavnar kommunu til eina fyri-myndarliga vælrikna og góða kommunu hjá øll-um at búgva í.
Rættartrygdin í hásæti
Tað liggja stórar uppgávur fyri framman, ikki minst at endurreisa álit-ið á kommununa. Og komandi valskeið vil Tjóðveldisflokkurin leggja alla neyðuga orku í, at kommunala fyrisitingin kemur at virka í trá við bæði fyrisitingarlóg, og lógina um alment innlit.
Mong síggja hesar lógir sum eitt haft um beinini og sum eina forðan fyri effektivari arbeiðsgongd. Men veruleikin er tann, at hesar lógir skulu tryggja okkum, at alt fer rætt fram, so at fyrisitingarligar avgerðir ikki vera tiknar á skeivum grundarlagið til skaða fyri borgaran.
Tórshavnar kommuna hevur sum elsta og størsta kommuna í landinum, ígjøgnum langa tíð bygt sínar egnu mannagongdir og umsitingarligu siðvenjur upp, men eru tær mangan als ikki í trá við, hvørki fyrisitingarlóg, ella lógina um alment innlit, har rættartrygdin er í hásæti. At broyta hetta, krevur eitt miðvíst arbeiði, og neyðugt er at styrkja fyrisitingina, og at gera hetta við virðing fyri kommunalu starvsfólkunum.
Opinleiki og nærdemokrati
At vit yvirhøvur hava kommunur er tí, at vit ynskja at fólkaræði skal vera so nær borgaranum sum gjørligt, og tí hava vit valt, at tær uppgávur sum beinleiðis viðvíkja borgaranum skulu loysast og røkjast í kommununum. Men fyri at uppfylla hugsjónina um nærdemokrati, so krevur tað, at kommunan, í nógv størri mun, tekur borgaran við uppá ráð.
Kommunan skal tí, í góðari tíð, kunna um hvørjar uppgávur og ætlanir liggja fyri framman, og yvirhøvur gera tað lætt hjá fólki, at seta seg inn í mál ið hava teirra áhuga, soleiðis, at øll, ið hava hug til tess, hava møguleika at luttaka og ávirka.
Trivnaðarpolitikkur
Ein kommuna fyri øll. Tað er í stuttum trivnaðarpolitikkur Tjóðveldisfloksins. Tað skal vera rúm fyri øllum og tilboð til øll. Trivnaður er ein hugsjón, og ein tilgongd. Alt okkara politiska virksemi eigur at vera ein leið fram móti størri trivnað, og vit vilja í Tjóðveldisflokkinum arbeiða fyri, at fáa trivnaðarhugsjónina inn í allar tættir í kommunalum arbeiði.
Tjóðveldið í býráðspolitikki
Rættartrygd, fólkaræði, opinleiki og trivnaður. Hesi hugtøk, sum eru hornasteinar undir einum góðum samfelag, vera í stóran mun fyrisitin í kommununum. Tí er tað eisini í kommununum at vit skulu ítøki-liggera vælferðarsamfelagið, og byggja upp álit á skipanirnar og álit á okkum sjálvi. Tí er kommunupolitikkur eisini tjóðveldispolitikkur. Tí er ein sterkur Tjóðveldisflokkur alneyðugur í býráðnum. Og tí er tað neyðugt at vit koma í fremstu rók, í meiriluta og í borgarstjórasessin.