Tjóðveldisflokkurin trupul men einasti møguleikin


Hóast politikkurin hjá Tjóðveldisflokkinum oftani gongur Fólkaflokkinum ímóti, so ynskja fólkafloksmenn aftur at samstarva við Tjóðveldisflokkin eftir komandi løgtingsval


 

Landsfundur

-Fýra ár afturat, so er sloppið á sjálvstýrisleið, segði løgmaður, Anfinn Kallsberg, tá ið hann prædikaði fyri sínum kóri á landsfundi Fólkafloksins leygardagin. Eitt er tað, at val er í hondum, og løgmaður, sum leiðarin fyri sín flokk, vil eggja limunum at byrja valstríðið. Eitt annað er, at tað eru fýra ár afturat við somu samgongu, tá skuldi verið sloppið. Hetta sama við somu samgongu, og harvið Tjóðveldisflokkinum, tóktist eisini at vera niðurlagið á landsfundi Fólkafloksins, sum jú varð hildin í Klaksvík leygardagin. Fólkafloksfólk vóru so at siga á einum máli um, at samstarvið við Tjóðveldisflokkin eigur at halda fram, og hugsað eigur ikki at verða um nakran annan samstarvsmøguleika enn Tjóðveldisflokkin. Sjálvstýrisflokkurin fekk ikki tað nógvu umrøðuna á fundinum, uttan tað, at fólkið undraðist yvir, hvussu tað gekk við teirra landsfundi aðrastaðni í býnum. Men mann má ganga útfrá, at eisini Sjálvstýrisflokkurin passar inn í ætlaninar hjá fólkafloksmonnum eftir komandi løgtingsval. Eingin ivi er um, at hóast nógv ymisk evni komu upp at venda, so er tað sjálvsstýrismálið, sum upptekur fólkafloksmenn mest, og hetta teir fyrst og fremst vilja tryggja.


Munur

Stóru ideologisku munirnir ella andsagnirnar millum Fólka- og Tjóðveldisflokkin komu veruliga til sjóndar á landsfundi Fólkafloksins. Ferð eftir ferð funnust fundarluttakararnir at Tjóðveldispolitikarum og politikkinum hjá Tjóðveldisflokkinum, men samstundis lótu teir ongan ivi vera um, at Tjóðveldisflokkurin eigur at vera samstarvsfelagin hjá flokkinum eftir komandi val.

Anfinn Kallsberg vísti á, at Tjóðveldisflokkurin eisini hevði svølgt nógvar kamelar í samstarvinum við Fólkaflokkin.

Tað vóru tó nakrir av fundarluttakarunum, ið ikki valdu at nýta so diplomatisk orð fyri at lýsa partar av politikkinum hjá hinum stóra loysingarflokkinum í Føroyum.

Millum annað var funnist at tí, at Tjóðveldisflokkurin millum manna oftani verður skurdur fyri at vera tann reini loysingarflokkurin, og hetta gjørdu teir sær dælt av. Samstundis sum politikkurin hjá Tjóðveldisflokkinum á nógvum økjum fekk sína sak fyri á landsfundinum.

Partur av fólkafloksveljarunum eru kanska ikki so sjálvstýrissinnaðir sum flestu tjóðveldisveljararnir, soleiðis at tað hevur týdning at fara hóvliga fram, varð mint á landsfundinum.

Óli Breckman fíltist eisini á, at Tjóðveldisflokkurin yvirhøvur stillar upp til fólkatingsvalið, tá ið hetta merkir, at teir viðurkenna donsku grundlógina. Honum dámdi heldur einki, at Tjóðveldisflokkurin hevði lyndi til ikki at viðurkenna, at Føroyar eru partur av danska ríkinum.


Á sama lista

Tá alt er sagt um ymisku ósemjurnar ella munirnar millum Tjóðveldis- og Fólkaflokkin, so skal tað eisini við, at fólkafloksmenn og kvinnur sera fegin vilja vera verandi úti í Tinganesi saman við Tjóðveldisflokkinum.

Onkur fór so langt sum at siga, at Tjóðveldisflokkurin og Fólkaflokkurin skuldu stilla upp saman til komandi fólkatingsval.

Anfinn Kallsberg segði m.a., at hetta var fyrsta samgongan, sum hevði sitið út í eitt í longri tíð.

Luttakararnir á fundinum fegnaðust eisini yvir gongdina á sjálvstýrisleið, sum eisini varð rópt fyri tann upprunaliga ætlanin hjá Fólkaflokkinum. Hóast flokkurin ikki vil missa tann meiri sambandssinnaðu partin av sínum veljarum, verður tað framhaldandi sjálvstýri, sum fær fyrsta prioritet hjá flokkinum.