Tjóðveldisflokkurin til reiðar

Tíðindaskriv

Tjóðveldisflokkurin í Tórshavnar Býráð er til reiðar at tingast um at skipa ein nýggjan og arbeiðsføran meiriluta í Tórshavnar Býráð.

Tjóðveldisflokkurin ásannar, at tað áhaldandi stríðið millum báðar borgarstjórarnar, Jan Christiansen úr Fólkaflokkinum og Heðin Mortensen úr Sambandsflokkinum, er skaðiligt fyri Tórshavnar Kommunu.

Nú hetta stríð stendur í ljósum loga og ikki kann dyljast fyri almenninginum longur, er Tjóðveldisflokkurin sannførdur um, at stundin er komin til at fara undir tingingar um at skipa ein nýggjan meiriluta, sum tekur býráðsarbeiðið í fullum álvara og vil arbeiða borgarunum til frama.

Tjóðveldisflokkurin ásannar, at tað áhaldandi stríðið í samgonguni hevur við sær, at hon lítið og onki fær av skafti. Tað sæst ikki minst av skránni fyri býráðsfundin, sum skal verða í kvøld klokkan 18.00.

Á dagsskránni eru so at siga bara mál um at seta nøvn á vegir og gøtur ymsar staðir í kommununi. Og hetta hevur verið lagið í seinastuni. Úrslitið verður, at Tórshavnar Kommuna av berum klandri verður afturúrsigld.

Tí er Tjóðveldisflokkurin til reiðar at tingast um at skipa ein nýggjan arbeiðsføran meiriluta í Tórshavnar Býrað og er fúsur til samráðingar í dag sum ein annan dag.

?????????????????????????????
28/11-2002

Tjóðveldisflokkurin í Tórshavnar Býráð

Leivur Hansen - Jógvan Arge - Hildur Eyðunsdóttir.
---