Tjóðveldisflokkurin átalar aftur Bjarna Djurholm

Tjóðveldisflokkurin góðtekur ikki, at Bjarni Djurholm heldur seg tosa vegna samgonguna, um broytingina við Barsilsskipanini. Flokkurin tekur als ikki undir við broytingunum, og átalar harðliga framferðina hjá Bjarna Djurholm. Bjarni Djurholm sigur, at málið er enn gott dømi um, at Tjóðveldisflokkurin vil ikki síggja fíggjarliga veruleikan í eyguni.

Í samband við fíggjarlógarviðgerðina herfyri kom fram, at landsstýrismaðurin í vinnumálum, Bjarni Djurholm, ætlar at fremja broytingar við Barsilsskipanini. Broytingaruppskotið
mælir til, at inntøkugrundarlagið lækkar úr 100 % til 90%. Hámarksinntøkan skal eisini lækka úr 35.000 til 20.000 krónur
Inngjaldið til Barsilsskipanin skal veksa úr 0,25% til 0,3 %. Uppskotið leggur eisini upp til, at tað verður inntøkan hjá konuni, ið avger, hvussu nógv ein pápi fær útgoldið úr skipanini, um hann velur at verða heimagangandi.
Flestu fakfeløg hava sett eg ímóti uppskotinum hjá landsstýrismanninum, og í tíðindaskrivi frá Tjóðveldisflokkinum í dag, sigur flokkurin, at hann als ikki kann taka undir við ætlaninum hjá Bjarna Djurholm. Hetta kemur eitt sindur óvæntað, tí flest øll hava tikið fyri givið, at samgongan var samd um broytingar við Barsilskipanini.

Undirgrevur endamálið
Tjóðveldistingkvinnan, Kristina Háfoss, sigur, at uppskotið frá Vinnumálaráðnum gongur beint ímóti endamálinum við Barsilsskipanini.
?Endamálið við skipanini er júst, at ein skal hava heimild til fult lønarútgjald, meðan ein er á barsilsfarloyvi. Endamálið er eisini at javnstilla foreldrini, og hesum gongur uppskotið hjá Bjarna Djurholm eisini ímóti, tí foreldrini fáa ikki at frælsi at velja millum, hvør skal verða heima hjá barninum, sigur Kristina Háfoss
Hon sigur, at Tjóðveldisflokkurin góðtekur ikki, at skipanin versnar, men vil betra um skipanina.
Flokkurin kann góðtaka, at hámarksgjaldið kemur niður á 25.000 krónur, men inntøkugrundarlagið teir fyrstu seks mánaðirnar skal varðveitast á 100 %. Velja foreldrini at verða á barsilsfarloyvi í níggju mánáðir, kundi verið ein møguleiki, at inntøkugrundarlagið kemur niður á 80%, greiðir Kristina Háfoss frá

Harmiligt
Tjóðveldisflokkurin hevur fleiri ferðir hetta valskeiði fýlst á mannagongdina hjá Bjarna Djurholm. Flokkurin hevur áður átalað landsstýrismannin fyri at fara út alment við málum, ið ikki eru viðgjørd í innanhýsis samgonguni.
Í sambandi við arbeiðsmarknaðarmálið, skýrdi formaðurin í Tjóðveldisflokkinum Bjarna Djurholm fyri at spæla solo, og nú tykist sami trupulleiki hava stungið seg upp. Tað kann tykjast løgið hjá fólki, ið sita uttanfyri, at samgonguflokkarnir ikki tosa nærmari saman um uppskotini. Dømið um tað mótsatta halda á við at stinga seg upp, og tað kann ikki verða ein haldgóð støða fyri samgongustevið
Kristina Háfoss heldur eisini, at mannagongdin er harmilig, tí hon skapar óróð og ótryggleika fyri fólkini, ið nýta Barsilsskipanina.

Rínur ikki við
-Trupulleikin hjá Tjóðveldisflokkinum er, at hann vil ikki síggja veruleikan í eyguni, sigur Bjarna Djurholm um átaluna frá samgongufelagnum. Landsstýrismaðurin í vinnumálum skilir ikki, at Tjóðveldisflokkurin aftur nú átalar mannagongdina hjá sær.
Hann sigur, at Karsten Hansen hevur sjálvur borið eitt fíggjarlógaruppskot í tingið, har tað svart upp á hvítt stendur, at bert 52,5 mio. krónur verða til Barsilsskipanina komandi ár. Vinnumálaraðið hevur síðan arbeitt við at finna sparingar, og skal játtanin halda, slepst ikki undan at fremja hesar broytingarnar, ið uppskotið leggur upp til, sigur Bjarni Djurholm.
?Hevði skipanin verið óbroytt komandi ár, hevði skipanin kostað 75,5 mio krónur, og við bara 52,5 mio. krónur, mugu broytingar fremjast, sigur Bjarni Djurholm.
Hann sigur, at tað er altíð lætt at hava herróp um sjálvberandi búskap, um ein ikki vil síggja fíggjarliga veruleikan í eyguni. Tað vísir seg ferð eftir ferð, at tá torførar avgerðir skulu takast, so megnar Tjóðveldisflokkurin ikki at standa mát.
? At flokkurin leggur eftir mær ferð eftir ferð, rínur ikki við, tí tað er enn eitt dømi um, at flokkurin ikki stendur mát við veruleikan. Hatta tíðindaskrivið er rein undanstøkking, og vísur bara, at flokkurin ikki livir upp til búskaparliga veruleikan, sigur Bjarni Djurholm at enda.