Tjóðveldisflokkurin skuldi svara mánadagin

Tá Sosialurin hevði evstamark í gjár, hevði Tjóðveldisflokkurin ikki svarað Fólkaflokkinum í heitasta politiska málinum í landinum.

Fólkaflokkurin kravdi eftir innanhýsis fund týskvøldið í farnu viku at fáa at vita, um allir tingmenninir hjá Tjóðveldisflokkinum framvegis stuðla samgonguni. Hetta vildi flokkurin hava at vita, eftir at Tórbjørn Jacobsen hevði funnist hvassliga at fólkafloksmonnunum í landsstýrinum.
Fólkaflokkurin vildi eisini hava at vita, um Tjóðveldisflokkurin tekur undir við skuldsetingunum hjá Tórbirni Jacobsen móti Anfinni Kallsberg og Jørgeni Niclasen. Tobbi legði teir báðar undir at hava eina dulda fortíð, har teir høvdu ilt við at skilja ímillum tað hjá sær sjálvum, og tað hjá øðrum.
Í brævinum frá Fólkaflokkinum kravdu Óli Breckmann og Anfinn Kallsberg, at Tjóðveldisflokkurin svaraði innan 22. juli, men løgmaður segði í gjár, at Tjóðveldisflokkurin eisini hevði fingið mánadagin til at svara í.