Hvørja løtu fer Høgni Hoydal at boða frá, at eitt uppskot verður lagt fyri tingið um fólkaatkvøðu. Kortini er tann fyrra fólkaatkvøðan avlýst. Fólkaflokkurin tekur ikki undir við uppskotinum, og boðini frá løgmanni úr London eru, at hetta er greitt álitisbrot.
Við InternetSosialin í gjárkvøldið segði løgmaður, at tað fór at fáa álvarsliga fylgjur, um Tjóðveldisflokkurin legði uppskot fyri tingið. Hetta stendur hann við, men kortini hevur hann enn ikki sagt samgonguna upp, og hann ætlar at royna at fáa eina avtalu í lag við Høgna Hoydal um at sleppa ætlanin um fólkaatkvøðuna og finna eitt uppskot sum báðir partar kunnu semjast um.