Tjóðveldisflokkurin vil hava eitt nógv betri samskifti við fakfeløgini í sambandi við viðgerðina av arbeiðsmarknaðarmálum og øðrum, týðandi samfelagsmálum.
Tað sigur Høgni Hoydal, formaður tjóðveldisfloksins, í svari sínum til fakfeløgini uppá spurningarnar um uppskotið um seming.
Hann heldur at hetta samskiftið er neyðugt fyri at hava javngott innlit í og javngóða vitan um fakfelagspolitikk og fakfelagssjónarmið.
Annars vísir hann á, at uppskotið, sum Vinnumálastýrið hevur gjørt um seming, hevur ikki fingið viðgerð í flokkunum í samgonguni.
? Okkum kunnugt hevur endamálið frá fyrsta degi verið, at partarnir á arbeiðsmarknaðinum skuldi vera við í hesum arbeiðnum. Alt slíkt arbeiði eigur at fara fram eftir teimum formligu reglunum í politisk skipanini, sigur Høgni Hoydal.
Rætturin ikki skerjast
Annars sigur formaður tjóðveldisfloksins, at tað er, og skal vera, ein grundlógartryggjaður rættur at skipa seg í felag og at samráða seg til rættvísar sáttmálar og vunnin rættindi á arbeiðsmarknaðinum. Undir hetta hoyrir eisini verkfalsrætturin.
? Hesin rættur skal ikki kunna skerjast av lóggávuvaldinum.
Annars heldur Høgni Hoydal, at vit sjálvandi skulu gera skipanir, sum byggja á føroyskar royndir og føroyskan tørv.
? Men lóggevandi valdið skal ikki leggja seg út í samráðingar á arbeiðsmarknaðinum, men skal bert skapa rættarkarmarnar. Partarnir á arbeiðsmarknaðinum skulu sjálvsagt vera við í arbeiðnum, og skulu hoyrast, tá ið uppskot verða gjørd, sum ávirka arbeiðsmarknaðin.
Høgni Hoydal sigur í svarinum til fakfeløgini, at hetta er ikki bara eitt formligt krav. Tað er eisini alneyðugt fyri at fáa semju og undirtøku, um tær ymsu skipaninar skulu fáast at virka í samfelagnum.
Hann heldur eisini, at tað er neyðugt við greiðum linjum ímillum politisku skipanina og arbeiðsmarknaðin.
Annars heldur hann, at tað eru nógv mál, sum tað er neyðugt at skifta orð um og at viðgera gjølliga. Nøkur av hesum málum eru eftirlønarviðurskifti, barnsburðargrunnur, skipanir um dagpening egna sjúku, eftirútbúgvingar, uppsagnarreglur og arbeiðsumhvørvi.