Tjóðveldisflokkurin klagar Óla Breckmann

Óli Breckmann noktaði tinglimum at fáa orðið í Løgtinginum og hann kallaði framferðina hjá tjóðveldisflokkinum ein glantrileik og eitt sirkus

- Óli Breckmann saboterar arbeiðið í Løgtinginum.
Tað heldur Høgni Hoydal í Tjóðveldisflokkurin.
Og misnøgdin við Óla Breckmann er so stór, at tjóðveldisflokkurin nú fer at klaga hann fyri løgtingsformanninum, Edmundi Joensen.
Óli Breckmann sat í formanssætinum í Løgtinginum í gjár og stýrdi orðaskiftinum, tá ið spurnarumfar har, har løgtingslimir høvdu høvi til at syrja Løgmann og landsstýrismenn um alskyns viðurskifti.
Men í gjár gjørdust meiri rokaligt í Løgtinginum enn vit eru von við á okkara leiðum.
Rættiligur orðadráttur tók seg upp, tá ið Høgni Hoydal úr Tjóðveldisflokkinum spurdi Løgmann, hvørjar búskaparligar grundgevingar eru fyri skattalættanum hjá samgonguni.
Men Løgmaður vildi ikki svara, tí hann metti, at spurningurin átti at verðið stílaður til Bárð Nielsen, landsstýrismann í fíggjarmálum.
Tað førdi so til, at sitandi Løgtingsformaður gjørdi av at geva spyrjaranum, Høgna Hoydal orðið einaferð afturat “til eitt ordiligt útfoldilsi”, sum hann málbar seg, men so skuldi orðaskiftið enda og fleiri tinglimir fingu sostatt ikki orðið.
Tá ið tinglimir mutaði ímóti, endaði tað við, at sitandi Løgtingsformaður kallaði spurningin fyri glantr og hann kallaði eisini tað, sum fór fram í Løgtinginum fyri eitt sirkus.
Høgni Hoydal gjørdi alt fyri eitt greitt, at hann ætlaði at klaga sitandi formann og ta klaguna sat hann og skrivaði í morgun.
Formaðurin í Tjóðveldisflokkinum sigur, at tað er Edmund Joensen, sum er valdur Løgtingsformaður og tí er klagan um Óla Breckmann stílað til hansara.
- Talan er um ein fyrispurning, sum er latin Løgtingsskrivstovuni dagin fyri og góðkendur har. Tí er tað ótrúliga langt úti, at Óli Breckmann skal gera seg til dómara yvir, hvat er borðbært ella ikki.
Høgni Hoydal heldur, at tað er fullkomiliga óhoyrt í einum fólkaræðiligum samfelagi, at Óli Breckmann brúkar formanssessin í Løgtinginum til beinleiðis at sabotera arbeiðið hjá Løgtinginum og noktar tinglimum at taka orðið.
Formaður Tjóðveldisfloksins vísir á, at arbeiðið hjá formansskapinum í Løgtinginum er at tryggja, at Løgtingið fær gjørt sítt arbeiði og skal tryggja, at verja rættin hjá tinglimum at fáa svar.
- Tí kæra vit eisini um, at Løgtingsformaðurin ikki ístaðin átalar Løgmann fyri ikki at svara einum spurningi frá einum tingmanni.
Høgni Hoydal sigur, at hann vil nú hava formansskapin í Løgtinginum at viðgera kæruna og koma til eina niðurstøðu um, hvat er rætt og, hvat er skeivt í hesum máli.
Óli Breckmann hevur onga viðmerking til málið, men vísir til sjálvan løgtingsformannin, Edmund Joensen.