Helgi Abrahamsen
Tjóðveldisflokkurin hevur gjørt eitt alternativt uppskot til løgtingsfíggjarlóg fyri 2006. Lat meg siga beinanvegin, at eg gangi fult inn fyri, at andstøðuflokkar gera alternativ fíggjarlógaruppskot, tí tað er ov lætt at vera andstøðuflokkur, um endamálið einans er at finnast at øllum tí, sum samgongan kemur við. Andstøðuflokkar eiga at tora at vísa í verki, at teir veruliga trúgva uppá síni uppskot og úttalilsi. Eg má tó viðganga, at alternativa fíggjarlógaruppskotið hjá Tjóðveldisflokkinum fyri 2006 er skuffandi lesnaður, tí tað avspeglar als ikki tann politikkin, sum flokkurin hevur sagt seg vilja fremja.
Nøkur dømi um ósamsvar
Sum dømi um hetta ósamsvar, kann nevnast opna brævið, sum Tjóðveldisflokkurin sendi løgmanni tann 14. september í ár. Í brævinum varð millum annað mælt til, at settar skuldu verða "veruligar upphæddir" av til mentamál. Flokkurin nevndi trý høvuðsmál við hesum, harav tað eina var eitt burturav føroyskt sjónvarp.
Føroyskt sjónvarp kostar 180 - 220 mió. kr.
Sjálvsagt kundi tað verið ynskiligt at vit høvdu eitt burturav føroyskt sjónvarp, men hvussu nógv kostar tað í rakstri?
Sambært eini blaðgrein hjá framleiðslustjóranum í SvF, J. Herluf Sørensen, í Dimmalætting tann 27. mai 2004, er kostnaðurin helst ímillum einar 180 og 220 milliónir krónur um árið. Sjónvarp Føroya hevur seinastu árini kostað umleið 30 mió. krónur um árið, so tað mangla einar 150-190 mió. krónur í, um vit skulu hava eitt burturav føroyskt sjónvarp. Men í alternativa fíggjarlógaruppskotinum mælir Tjóðveldisflokkurin til bert at hækka játtanina við 3 mió. krónum (tað vil siga einar 147 - 187 mió. krónur minni, enn veruligi kostnaðurin er fyri tað, sum flokkurin mælti til tann 14. september).
Yvirtøka av løgregluni
Í áðurnevnda brævi til løgmann varð eisini skotið upp, at bygd verður upp føroysk løgregla, rættarskipan, útlendingalóggáva og familjurættarlig lóggáva. Í undanfarna landsstýri metti Løgmálaráðið, at løgreglan fór at kosta einar 60 mió. krónur um árið, meðan rættarskipanin fór at hvíla nøkulunda í sær sjálvari. Eg síggi ongastaðni í alternativa fíggjarlógaruppskotinum, at nakað er sett av til hetta endamálið, so har mangla 60 mió. krónur í, um Tjóðveldisflokkurin meinti nakað við tað sum stóð í 14. september-brævinum.
Smyril sigla tríggjar ferðir um dagin
Tjóðveldisflokkurin hevur skotið upp fyri løgtinginum, at Smyril skal sigla 3 ferðir um dagin. Sambært viðmerkingunum til uppskotið fer hetta at kosta 8 - 11 mió. krónur í øktum oljuútreiðslum, og fer tímatalið uppum 14 tímar um dagin, skal ein manning setast afturat, og størri slit á skipið fer eisini at krevja meira viðlíkahald. Hetta sæst heldur ikki í alternativa fíggjarlógaruppskotinum, so har mangla í minsta lagi 8 - 11 mió. krónur.
Búskapargrunnur
Á ólavsøku legði Tjóðveldisflokkurin uppskot fyri tingið um Búskapargrunn Føroya. Í uppskotinum, sum í løtuni liggur í fíggjarnevndini stendur, at landskassin skal hava 600 mió. krónur úr grunninum í 2006 (ístaðin fyri blokkstuðulin á 615 mió. krónur) og í minsta lagi _ av hesum (150 mió. krónur) skal nýtast til menning av útbúgving og gransking í Føroyum.
Nú sigur Tjóðveldisflokkurin: "Útbúgving og gransking skulu hava HÆGSTU RAÐFESTING komandi árini. Tí vil Tjóðveldisflokkurin økja rakstrarjáttanirnar til:
- Løgfrøðiútbúgving: + 3 mió.kr
- Granskingargrunnin við: + 4 mió. kr"
Tilsamans ein økt játtan í mun til landsstýrisuppskotið á bert 7 mió. krónur. Einki stendur í uppskotinum um at blokkstuðulin (ella skiftisgjaldið) verður lækkað við 15 mió. krónum í 2006.
Skúladepil
Tann 16. august í ár løgdu Annita á Fríðriksmørk, Tórbjørn Jacobsen og Heidi Petersen, vegna Tjóðveldisflokkin uppskot fyri tingið um bygging av skúladepli við Marknagil. Sambært tí uppskotinum skulu avsetast 22 mió. krónur í 2006 til tað arbeiðið. Men eisini hetta er burturgloymt í alternativa fíggjarlógaruppskotinum.
Javnvág á fíggjarlógina
Í 14. september-brævinum til løgmann sigur Tjóðveldisflokkurin: "Í fíggjarpolitikkinum verður boðað frá halli ár eftir ár - og skyldað verður uppá undanfarnu samgongu og minkaða blokkstuðulin - hóast NÓGVIR MØGULEIKAR ERU AT MINKA UM HALLIÐ OG FÁA JAVNVÁG." Eisini mælir flokkurin í brævinum til "at taka av skattalættarnar og FÁA JAVNVÁG Á FÍGGJARLÓGINA við bæði nýggjum inntøkum og sparingum." Men nú er Tjóðveldisflokkurin komin við einum alternativum fíggjarlógaruppskoti, sum vísir hall, hóast skattalættarnir eru tiknir burturúr.
Blokkstuðulin
Til seinast skal verða mint á, at Tjóðveldisflokkurin segði í 1998, at hann vildi virka fyri, at allur blokkstuðulin skuldi burtur eftir 6 - 8 árum. Árið 2006 er tað áttanda árið síðani 1998, og tí skuldi blokkstuðulin verið 0 krónur á teirra alternativa fíggjarlógaruppskoti (og ikki 615,7 mió. krónur).
So við eini inntøku, sum er meira enn 600 mió. krónur hægri enn Tjóðveldisflokkurin sigur seg ganga inn fyri, og burturgloymdum útreiðslum fyri í minsta lagi 250 mió. krónur, er úrslitið eitt undirskot á 152,7 mió. krónur. Tað vil siga at samanlagt manglar ein milliard í, áðrenn vit kunnu tosa um eina fíggjarlóg við javnvág, soleiðis sum Tjóðveldisflokkurin hevur mælt til. Uppskotið byggir á tær fortreytir, at blokkstuðulin má ikki minka, og at uppskotini hjá Tjóðveldisflokkinum, sum í løtuni liggja í løgtinginum, ikki verða samtykt. - Og tá er framvegis stórt undirskot.
So heldur ikki hesa ferð bleiv tað til nakra fullveldisfíggjarlóg.