Hóast nógvan ágang og eina broytta fullveldisætlan, klárar Tjóðveldisflokkurin at varðeita sína støðu sum landsins størsti flokkur.
Hetta vísir nýggj veljarakanning, sum Dimmalætting og Útvarp Føroya hava latið gjørt.
Sambært hesi kanning fær Tjóðveldisflokkurin framvegis størstu undirtøkuna millum veljararnar, og flokkurin hevur framgongd sammett við løgtingsvalið seinast.
Sambandsflokkurin hevur størstu framgongdina - meira enn fimm prosent - og hin andstøðuflokkurin, Javnaðarflokkurin, hevur eisini eina lítla framgongd.
Fólkaflokkurin missir undirtøku, men ikki so nógv sum í seinastu veljarakanningini, og Sjálvstýrisflokkurin er í somu støðu. Miðflokkurin hevur mist undirtøku tvær kanningar á rað.
Ongar fylkingar at hóma
Síðani seinastu veljarakanningina er nógv hent á politiska leikpallinum. Samráðingarnar millum landsstýrið og donsku stjórnina koyrdu fastar, og landsstýrið hevur verið noytt at broyta sína fullveldisætlan til eina meira líðandi gongd.
- Eftir at fullveldisætlan varð broytt, hevur stórur ágangur verið móti Tjóðveldisflokkinum, sum millum annað hevur fingið skotið í skógvarnar, at hann nú skjýtur seg inn undir heimastýrislógina. Tí er tað merkisvert, at Tjóðveldisflokkurin klárar at halda fast við sína støðu sum størsti flokkur, heldur Jóannes Hansen, samfelagsfrøðingur.
- Tað kundi verið hugsandi, at heilhjartað tjóðveldis fóru at venda flokkinum baki og fóru at hugsa um tjóðskaparligar fylkingar eftir at fullveldisætlanin varð broytt. Men hendan kanningin vísir, at flokkurin klárar at halda upp á sínar veljarar, sigur Jóannes Hansen.
Kann vera taparin
Men hóast Tjóðveldisflokkurin fær fjórðu hvørja atkvøðu í veljarakanningini, kann tað ikki tryggja flokkinum valdið komandi árini.
- Spurningurin er, hvønn Fólkaflokkurin og Sjálvstýrisflokkurin helst vilja samstarva við. Um hesir flokkar heldur vilja hava Javnaðarflokkin upp í samgonguna, so kemur Tjóðveldisflokkurin at vera taparin í so máta, hóast hann fær eitt gott val, sigur Jóannes Hansen, samfelagsfrøðingur.
- Tá talan er um slíkan blokkpolitikk, sum vit uppliva í Føroyum nú, so koma smáu flokkarnir í eina lyklastøðu, tí teir kunnu avgera, hvør sleppur at skipa samgongu.
- Og tá er tað áhugavert at staðfesta, at størsti parturin av veljarunum hjá Sjálvstýrisflokkinum halda, at Fólkaflokkurin og Javnaðarflokkurin betri kunna tryggja eina góða avtalu við danir enn Fólkaflokkurin og Tjóðveldisflokkurin, sigur Jóannes Hansen.