Floksting Tjóðveldisfloksins ásannar, at føroyska tjóðin ongantíð hevur verið nærri tjóðarfrælsinum enn í dag. Flokstingið tekur fult undir við politisku semjuni um fullveldismálið, har samgonguflokkarnar hava bundið seg til fullveldisleistin. Ein sterkur Tjóðveldisflokkur er trygdin fyri, at fullveldisætlanin verður framd.
Føroyska fólkið vil frælsi og framburð. Tað er virkisfýsnið og íbirtandi lyndið í føroyska fólkinum ið skal byggja hetta landið og endurspeglast í politisku skipanini. Samfelagið blómar í løtini, við framgongd á øllum økjum. Hetta er ikki minst eitt úrslit av tí drívmegi, sum frælsishugsjónin umboðar.
Tjóðveldisflokkurin fer framhaldandi at ganga á odda í tí neyðugu samfelagsligu endurnýggjanini, sum krevst um Føroyar skulu teljast millum heimsins framkomnu tjóðir. Føroyar skulu ganga á odda í heiminum fyri at skapa eitt samfelag, har samsvar er ímillum náttúru og menniskja. Eitt samfelag, har vit ganga á odda í umhvørvisvernd, burðardyggari framleiðslu og endurnýggjan og røkt av bæði menniskjaligum- og náttúrutilfeingi.
Føroyar skulu vera eitt samfelag fyri øll, har øll menniskjavirði framhaldandi eru umboðað. Harvið tryggja vit tað fjølbroytni, sum er sjálvur hornasteinurin undir einum rætvísum fólkaræðisligum føroyskum samfelag.