Tjóðveldisflokkurin biðjur um fólksins stuðul

Á flokstingið í Sumba hetta vikuskiftið er niðurstøðan hjá Tjóðveldisflokkinum, at stórar avbjóðingar standa fyri framman og tí biðjur hann um fólksins stuðul til at fremja umfatandi broytingar

Yvirlýsing

Á flokstinginum varð ein yvirlýsing samtykt, har flokkurin visir til ta dyggu undirtøku, sum veljarin hevur víst flokkinum á teimum seinastu valunum og við tí í huga, heitir flokkurin á føroyingar um stuðul, til
-at seta á stovn einar sjálvstøðugar Føroyar, sum í alheimsgerðini kunnu virka á jøvnum føti millum heimsins tjóðir
-at vinna føroyingum somu viðurkenning sum tjóð sambært fólkarættinum, sum grønlendingar hava vunnið sær fyri stuttum
-at fáa økt samstarv og fleiri samstarvsavtalur við onnur lond á øllum økjum
-at fremja veruligan vinnupolitikk við ítøkiligum stutt- og langtíðarætlanum
-at fáa tillaging, menning og nýskapan innan høvuðsvinnuna
-at menna alternativar vinnur við góðum og javnbjóðis kørmum
-at rudda upp í lógini um vinnuligan fiskiskap
-at umleggja Framtaksgrunnin til ein veruligan framtaksgrunn, ið millum annað skal menna øll økini í landinum
-at einskilja almennar vinnuligar fyritøkur og nýta inntøkuna til afturrindan av skuld og til gransking og menning
-at seta á stovn Búskapargrunn Føroya
-at veita munandi betri karmar og meira fígging til gransking, Fróðskaparsetrið og nýhugsan
-at endurskoða alla føroysku útbúgvingarskipanina - frá fólkaskúla til hægri lesnað og eftirútbúgvingar
-at stuðla mentanarligari menning í øllum landinum
-at tryggja okkum eitt framkomið almanna- og heilsuverk
-at fáa í lag breiða semju um nýggja føroyska eftirlønarskipan skjótast tilber
-at styrkja økini í landinum við m.a. at leggja málsøki út til kommunurnar, støðugt útbyggja samferðslukervið og eggja til frambrot um alt landið
-at virka fyri javnstøðu í øllum samfelagsins liðum

harafturat heitir flokstingið á sitandi landsstýri um:
-ikki at binda Føroyar í nýggja heimastýrisskipan við Danmark
-ikki at tøma alla uppsparing føroyinga í Landsbanka Føroya
-ikki at fara undir beinleiðis rakstrarstuðul til vinnulívið aftur
-ikki at veita skattalættar á 240 mió. kr. til tey hægstløntu, samstundis sum skerjingar verða gjørdar innan nógvar týðandi vælferðartænastur
-heldur at leggja alla tíð og orku í at menna samfelagið, soleiðis at Føroyar veruliga vera millum fremstu lond nú og komandi, sigur flokkurin at enda í yvirlýsing eftir flokstingið hetta vikuskiftið.