Tað hevur vakt ans millum føroyskar politikarar, at fútin arbeiðir við bygnaðarbroytingum í løgregluni í Føroyum. Og serliga tað, at møgulig miðsavnan er við í uppskotinum, hevur fingið politikararnar at vakna.
Heidi Petersen, tingkvinna Tjóðveldisfloksins í Norðstreymoy, hevur boðað frá, at hon fer at seta Jógvani við Keldu, landsstýrismanni við innlendismálum, skrivligan fyrispurning um hetta málið.
Heidi Petersen fer at spyrja landsstýrismannin, um hann er vitandi um ætlaninar hjá donsku løgregluni um at skerja løgregluna í Vágum og at niðurleggja sýslumannsstarvið í Vestmanna og flyta tað til Tórshavnar.
Eisini vil hon vita, um landsstýrismaðurin kann greiða frá, hvørja hugsan hann hevur um hetta mál, og hvørji tiltøk hann vil seta í verk í sambandi við hesa ætlan hjá donsku løgregluni.
Hon spyr framhaldandi, um landsstýrismaðurin heldur tað verða í lagi, at vit í Føroyum ikki hava avgerðarrætt og vald á so týðandi funktión í landinum sum sýslumenn og løgregla hava.
At enda spyr Heidi Petersen Jógvan við Keldu, um hann fer at gera nakað fyri at fáa hetta vald á føroyskar hendur, soleiðis at vit í Føroyum gera av, hvussu vit skipa sýslumenn og løgregluna í landinum.
Eisini á Fólkatingi hevur Tjóðveldisflokkurin tikið málið upp.
Høgni Hoydal, fólkatingsmaður, hevur spurt danska løgmálaráðharran, Lene Espersen, hvat hon kann uplýsa um tær ætlanir um bygnaðarbroytingar, sum arbeitt veðrur við í løgregluni í Føroyum, og um løgmálaráðharrin kann vátta, at arbeitt verður við øktari miðsavnan og møguliga at leggja niður okkurt av sýslumansembætunum í Føroyum.
Bæði Heidi Petersen og Høgni Hoydal nerta í sínum fyrispurningum við tær uppgávur, sýslumenninir hava umframt at vera vanligur politimynduleiki. Nevnt verður millum annað grindareglugerð, grannastevnur og friðingarmál.