Tjóðveldisfólk í Sandoy skifta hest

Tekur Tjóðveldið ikki undir við at vit fáa undirsjóvartunnilin nú, fer tað at kosta dýrt, er Meiken Krabenhøft sannførd um

Undirsjóvartunnilin

Áki Bertholdsen

aki@sosialurin.fo


Vil Tjóðveldið ikki taka undir við, at vit fáa undirsjóvartunnilin í Sandoynna nú, fer tað at vera eitt ógvuliga stórt bakkast fyri hann í Sandoynni og í Skúvoynni.

Meiken Krabenhøft er forkvinna í tjóðveldisfelagnum í Sandoynni, og hon ivast ikki í, at tekur flokkurin ikki undir við, at undirsjóvartunnilin kemur nú, fer tað at kosta honum dýrt í atkvøðum í Sandoynni og í Skúvoynni.

- So ivist eg ikki í, at veljarin heldur fer at royna okkurt annað fyri at vita, um tað hjálpir, sigur hon.

Tjóðveldisfelagið í Sandoy hevur ikki viðgjørt støðuna, men forkvinnan er sannførd um, at fær veljarin ikki tað, hann vil hava við teimum umboðum, hann hevur valt á ting, fer veljarin bara at skifta hest á næsta vali fyri at vita, um ein nýggjur hestur roynist betri.

Hon sigur, at veljarin setir sítt álit á, at undirsjóvartunnilin kemur nú, men verður tað av ongum, ivast hon ikki í, at tjóðveldisveljarar í stórum tali fara at venda sær til aðrar flokkar á næsta løgtingsvali.

Tað er vanliga prátið ímillum fólk, leggur hon afturat.

Sjálv hevur hon ikki gjørt upp við seg sjálva, hvørja støðu, hon fer at taka, vil flokkurin ikki stuðla einum undirsjóvattunli beint nú.