Formaður Sambandsfloksins leggur harðliga eftir tjóðveldisfólki og umboðum floksins á Fólkatingi.
Stríðið er um donsku nýtsluna av Merkinum, og meðan Bárður nýtir høvi at fegnast um, at danir á hendan hátt vísa virðing fyri okkara tjóð, so finst hann eisini harðliga at tjóðveldisfólki, sum ikki kunnu gleðast um hetta.
- Hetta, at okkara tjóðarmerki fer at veitra kring allan heim, gevur møguleikar, ið vit kunnu brúka til eitt gott endamál, sigur Bárður S. Nielsen. Hann vísir á, at Merkið nú fer at veittra í 534 sendistovum um heimin, og at hetta kann lata nýggjar møguleikar upp hjá bæði ferðavinnuni og matvøruvinnuni, sum í løtuni hava undanvind og viðrák.
- Tíverri eru tað ikki øll, ið fegnast um hetta átak hjá forsætisráðharranum, hóast tað vísir virðing fyri okkara tjóð og í seinasta enda eisini styrkir bondini í ríkinum. Nei, summi vilja múlatrútin stara seg blind í trupulleikum, sum ikki eru til, sigur Bárður S. Nielsen og heldur fram.
- Ikki liggur tað í ílegum hjá tjóveldisfólki at standa saman. Klandur og konfliktir skulu koma fram um gott samanhald og samstarv í Ríkisfelagsskapinum.
Sambandsformaðurin kallar í staðin fólkatingsumboðið hjá Tjóðveldinum fyri eitt forkelað smábarn og sigur, at tað er pínligt, at síggja umboð fyri Føroyar soleiðis gera føroysku tjóðini fyri skommum.
Bárður á Steig Nielsen leggur samstundis fólkatingsmannin undir at hava heilt onnur áhugamál enn at tala søk tjóðskaparrørsluna einans.
- Vit hava frælsi til at fáa okkum ókeypis útbúgving, seta búgv, koma í arbeiði og hava kjans til at arbeiða okkum upp. Hvør einstakur føroyingur hevur besta útgangsstøði fyri at smíða sær eydnuna góða. Hetta kemur alt fram um misskilta tjóðarbygging, nationalismu og sjálvsøkin áhugamál hjá einstaklingum, sum vilja gera seg upp í almenna rúminum.
- Lat okkum frøast um, at vit liva í heimsins besta landi, har hvør einstakur hevur størst møguligt persónligt frælsi. Veruligt frælsi fær øll tjóðin við at samstarva í Ríkisfelagsskapinum, sigur altso Bárður á Steig Nielsen, formaður Sambandsfloksins, sum annars er óvanliga hvassorðaður mótvegis tjóðveldisfólki í lesarabrævinum.
Alt lesarabrævið er at finna her.