Tjóðveldisflokkurin ger sær dælt av vantandi lógargrundarlagi fyri Útvarpi Føroya. Ei undur í, at hesin flokkurin nú í fimm ár hevur forðað fyri, at skil fæst á við at fáa sett í gildi eina fjølmiðlaábyrgdarlóg, so leingi flokkurin kann misnýta útvarpið, og so leingi útvarpið letur seg misnýta.
Ein av fortreytunum fyri, at nýggja kringvarpslógin kundi virka sum ætlað, var, at ein fjølmiðlaábyrgdarlóg bleiv sett í gildi. Tjóðveldisflokkurin hevur nú í fimm ár havt hetta málsøki í landsstýrinum og hevur øll hesi fimm árini forðað fyri, at slík lóg er samtykt.
Hví ger Tjóðveldisflokkurin hetta, kann verða spurt. Hevur flokkurin fyrimun av vantandi lógargrundarlagi fyri útvarpinum? Eingin ivi er um, at júst hetta er orsøkin til, at flokkurin higartil hevur forðað fyri hesum:
?hyggja vit at bygnaðinum í útvarpinum, so er tað landsstýrismaðurin í mentamálum, sum er tjóðveldismaður (Høgni Hoydal), sum er hægsti myndugleikin, og sum setur og loysir stjóran í og úr starvi
?varastjórin (í hvussu so er til hetta starvið fyribils varð niðurlagt) er tingmaður og býráðslimur fyri Tjóðveldisflokkin (Jógvan Arge)
?programmleiðarin er tingmaður og býráðslimur fyri Tjóðveldisflokkin (Jógvan Arge).
Negativ donsk tíðindi, sjálvstýristíðindi og fullveldismálið
Í mínari tíð í gomlu útvarpsnevndini, sum nú er farin í søguna, var aðalmálið, at útvarpið hvørki mátti kunna misteinkjast fyri ella enn minni at vera flokspolitiskt. Tann stóri spurningurin er so, um broytti bygnaðurin sæst aftur í virksemi útvarpsins, og eingin ivi er um, at hetta í alt størri mun ger seg galdandi í virkseminum:
?Tað er rárasta hending, at positiv donsk tíðindi verða borin fram. Donsk tíðindi hava sum oftast ein negativan undirtóna. Nøkur dømi:
?týdningarmikli danski ES-formansskapurin, sum fær altjóða rós, verður als ikki viðgjørdur. Bert ein hissini tíðindastubbi 13. desember 2002 um ES-víðkanina við 10 londum
?nýggjárstala Anders Fogh Rasmussens verður ikki viðgjørd annað enn sum ein viðmerking til nýggjárstalu Hans Enoksens 6. januar 2003
?neyðtøka av føroyskari kvinnu verður viðgjørd nærmast sum ein framhaldssøga 7. januar, 8. januar og 15. januar 2003
?reinari havumhvørvi eftir føroyska yvirtøku 17. januar 2003
?danir ikki so mikið sum kunna føroyingar um Kunngerðablaðið B 7. apríl 2003
?Grønlendsk sjálvstýristíðindi hava sera høgan prioritet. Nøkur dømi:
?eitt langt tíðarbil virkar Kupik Kleist nærmast sum tíðindamaður útvarpsins
?langt innlegg frá nýggjárstalu Hans Enoksens 2. januar 2003
?aftur innlegg frá nýggjárstalu Hans Enoksens 4. januar 2003
?aftur innlegg frá nýggjárstalu Hans Enoksens 6. januar 2003
?sama dag sum stutti tíðindastubbin um danska ES-formansskapin verður nevndur, er langt bandað innlegg við formanni IA?s
?Føroyska fullveldismálið hevur hægsta prioritet. Nøkur dømi:
?blaðgrein hjá Kristinu Háfoss verður viðgjørd 11. mars 2003
?innlegg frá Hermanni Oskarssyni á landsfundi Tjóðveldisfloksins unm lagaligu løtuna at skera blokkin burtur verður viðgjørt sum tema í sendingini Føroyar í dag 22. apríl 2003.
?Innleggið hjá Hermanni Oskarssyni á landsfundi Tjóðveldisfloksins verður aftur viðgjørt sum tema í sendingini Sostatt 23. apríl. Útvarpsverturin sigur beinleiðis, at kjakið er horvið, og útvarpið vil tí kveikja lív aftur í málið. Bert Tjóðveldisflokkurin er umboðaður í báðum sendingunum, og Høgni Hoydal hevur orðið mestsum alla tíðina. Lurtari við øðrum sjónarmiði verður avbrotin.
?innlegg við samrøðu við Høgna Hoydal um grein hjá Sjúrða Skaale 27. apríl kl. 14.
?innlegg við samrøðu við Hergeiri Nielsen um støðu Tjóðveldisfloksins um kríggið í Irak 27. apríl kl. 18.30.
?til samanbering kann nevnast, at ES-ráðgevi av føroyskari ætt, sum á landsfundi Sambandsfloksins vísti á føroyskan isolatiónspolitikk, bleiv ikki tikin upp á tungu.
Ikki óheftan og nøktandi tíðindaflutning
Sum heild kann sigast, at tann, sum ikki hevur aðrar tíðindakeldur enn útvarpið at dúva uppá, fær ikki óheftan og nøktandi tíðindaflutning.
At sjálvur løgtingsins umboðsmaður hevur átalað manglandi lógargrundarlag útvarpsins, sigur ikki so lítið. Hetta vísir við allari týðiligheit, at Tjóðveldisflokkurin ikki virðir demokratisku spælireglurnar. Tjóðveldisflokkurin misnýtir beinleiðis sína ávirkan á útvarpið, og enn verri: útvarpið letur seg misnýta.










