Tjóðveldis geykaungi í sambandsreiðrinum II

Træið skal kennast av fruktum tess. Hettar skrivaði eg, tá nýggjur fíggjarmálaráðharri var valdur. Og tjóðveldismenn vóru ovurfegnir, um alt hann segði og førdi fram.

Hettar gav eisini frukt sum formaður tjóðveldis ynskti.

Við hjálp frá fíggjarmálaráðharranum, og formanni Sambandsins eydnaðist at fáa slitið samgonguna.

Nú er so slóðað fyri “Makkaronni samgonguni” millum samband og tjóðveldi.

Tá verður satt svans í politikkinum. Tí Høgni vindur hinar í samgonguni um sín lítlafingur. Ta ber núverandi støða prógv um.

Postverk Føroya, fullveldisbarnið, hevur ikki lært at ganga enn. Onkur helt fyri, at tey, ið har sita tykjast at hava “Kálhøvd”, tí tey hugsa ikki normalt.

Ta er nú útlit fyri einum grønum fruktagóðum fullveldi millum Kaj Leo og Høgna. Makkaronni og kálhøvd. Ta er kosturin “Fullveldi” kemur at bjóða føroyingum.

Gabelstíðin verður umtalað sum ein døpur tíð. Christoffer von Gabel og sonurin vóru skilamenn, men tað vóru teir føroysku embætismenninir, sum vóru ódugnakroppar. Og sama skil tykist vera nú á døgum, so søgan endurtekur seg, eisini innan fullveldisposthúsið.

So tað eru ikki bjartar vónir um vit fáa eitt “Makkaronni Fullveldi”.

Hugsið um hettar nú løgtingsval stendur fyri durum. Umráðandi er ikki at seta X fyri “Makkaronni Samgonguni”.

Hugsið tykkum Høgna sum forseta, og Edmund sum páva í Føroyum, við Kaj Leo og Laksafoss sum tiltaksmonnum. Hettar eru núverandi útlit, hjá føroyingum, um teir ikki taka annað skinn um bak.

Eidesgaard fekk sín dreingjadreym uppfyltan, at vera løgmaður, men vaks ikki nokk við uppgávuni, sum hann annars kundi ført á mál, misti tolið til seinast, væl skiljandi, at so var. Men ein erfarin skipari hevði ikki latið seg provokerað av 2. ella 3. stýrimanni. Sum bleiv villleiddur av einum vrakaðum formanni og andstøðuni. Kanska við gyltum lyftum um samstarv eftir valið. Livst so spyrst. Hugsið tykkum eina samgongu, hvar ryggurin er sum kókað makkaronni. (Sitat frá seinasta Løgtingsfundi K.M.)