Tjóðveldi vunnið seinastu sjey valini

Á flokstingi Tjóðveldisins í dag er yvirlýsing skrivað um málini, sum flokkurin fer at arbeiða við í hesi samgongu - og frameftir Tjóðveldi, sum hevur hildið floksting við Gjógv í dag og í gjár, hevur samtykt yvirlýsing, sum staðfestir, at flokkurin nú hevur vunnið sjey val á rað, tá bæði løgtings-og fólkatingsval vera tald við.

- Flokstingið fegnast um, at Tjóðveldið eftir væl eydnaðar samgongusamráðingar aftur er komið í landsins leiðslu, og at flokkurin hevur fingið væl skikkaðar kvinnur og menn á løgting og í stjórn.

Ásannað verður, at politiska støða Tjóðveldisins er sum heild sera sterk, og at hetta leggur stóra ábyrgd á umboð floksins um at fáa framt hugsjón Tjóðveldisins í verki.

- Fyri framman stendur at fremja truplar avgerðir og stórar broytingar til tess at koma burturúr støðuni sum heimastýri og útjaðari til at gerast eitt sjálvstøðugt land, ið dregur fólk og íløgur at sær.

Flokstingið ásannar, at tað verður trupult at fremja tær ítøkiligu ætlanirnar í verki, men krevur, at umboð floksins á løgtingi og í stjórn gera alt til tess at náa ávísum málum, ið Portalurin fer at venda aftur til í einum øðrum greinastubba um eina løtu.

- Staðfest verður, at skulu politisku ætlanirnar fremjast, er neyðugt við virknum økisfeløgum í flokkinum. Eftir at Føroyar eru vorðnar eitt valdømi, eiga økisfeløgini at fáa ein sterkari leiklut í at viðgera politisk mál og fáa ávirkan á førda politikkin, sigur floksting Tjóðveldisins í yvirlýsingini.