Tjóðveldi vil strika rentustuðul til partabrøv

1. viðgerð verður í dag av einum lógaruppskoti frá Tjóðveldi um at strika tann serliga landskassastuðulin til lán, sum undanfarna ABC-samgonga setti í verk í 2006. Hendan lógarbroytingin gevur serligan rentufrádrátt, um privatfólk lána pengar at keypa partabrøv fyri. Fyri landskassan hevur hetta kostað omanfyri 10 mió. árliga í í 2007.

- Landið hevur við hesum eggjað privatfólki at taka lán til at keypa partabrøv, sum nú hava mist sítt virði og mugu realiserast við tapi - og fólk sita eftir við rokningini fyri eitt lán, sigur Tjóðveldi.