Tjóðveldi heldur floksting í Sjónleikarahúsinum í Havn hetta vikuskiftið, har Suðurstreymoyar Tjóðveldisfelag er vertur.
Høvuðsevnið á tinginum verður, hvussu Tjóðveldi skal ganga á odda at savna fólk og flokkar um eina aðra leið fyri Føroyar, enn ta avoyðingarkósina sum sitandi stjórn fremur, sigur Tjóðveldi.
Í annaðkvøld verður eitt nú val av starvsnevnd og aðalstjórn á skránni, umframt viðgerð av innkomnum uppskotum frá limum og feløgum floksins.
Fleiri uppskot eru komin inn sum snúgva seg um alt frá stevnumiðum floksins til valfyrireiking og hvussu politiska arbeiðið skal styrkjast í flokkinum, sigur flokkurin.
Í formansrøðu síni leygardagin fer Høgni Hoydal, floksformaður, at seta spurningin um fólkaræði ella fámannaveldi í Føroyum.
Hann fer at leggja fram visjónirnar og ítøkiligu ætlanirnar hjá Tjóðveldi fyri at fáa ferð á frælsisstríðið, at betra livikorini og lækka kostnaðarstøðið hjá tí vanliga húsarhaldinum, at seta fíggjarstovnunum krøv, at fáa vend í búskapin og gera okkum óheft av blokkinum, at fremja ein nýggjan og kappingarføran vinnupolitikk, at venda fráflytingini, at gera íløgur í útbúgving og mentan, at leggja um til varandi orku og at skapa álit, lóg og landaskil í Føroyum.
Seinnapartin leygardagin eru gestir bodnir at leggja upp til framhaldandi orðaskifti um leiðirnar og møguleikarnar í Føroyum.
Fýra umboð fyri fakfeløgini fara í einum pallborði at geva teirra meting av vinnuligu, sosialu og rættindastøðuni hjá fjøldini í Føroyum og at geva teirra boð uppá, hvat er mest átroðkandi at gera til tess at venda gongdini.
Umboðini vera: Selma Ellingsgaard, forkvinna í Starvsmannafelagnum, Óluva í Gong, Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar, Sonja J. Jógvansdóttir, fyri Samtak og Auðunn Konráðsson, Meginfelag Útróðrarmanna
Og seinni fer stjórin í endurstovnaða Ferðaráð Føroya, Guðrið Højgaard, at leggja fram visjónirnar ætlanirnar og møguleikarnar at menna ferðavinnuna sum týðandi súlu undir føroyska búskapinum.
Eftir hetta heldur orðaskiftið fram. Flokstingið endar við samtyktum um politisku leiðina og átøkini.