Meðan Tjóðveldi tekur undir við at fækka kommunurnar og leggja øki út, mælir flokkurin eisini til at skattaskipanin skal gerast samhaldsføst og progressiv. Í politiskari viðmerking til miðlarnar boðar Tjóðveldi frá, at flokkurin tekur undir við at fækka kommunurnar og at eldraøkið og fólkaskúlin skulu leggjast út til kommunurnar at umsita, tó at eldraøkið verður tað fyrsta, tá kommunurnar longu hava ávísar innihaldsligar og fyrisitingarligar royndir á økinum.
Tjóðveldi vísur tó á, at veikasti parturin í nýggja kommunala álitinum, er tann fíggjarligi parturin.
Trupulleikin er sambært Tjóðveldi, at verður skattaskipanin ikki broytt, so kommunuskatturin eisini kann krevjast inn stigvaksandi, og vit kortini leggja stór samfelagsøki út til kommunurnar, so verður samhaldsfasta fíggingin av vælferðarsamfelagnum undirgrivin og tey, ið hava minst koma at gjalda uppaftur meira.
Harafturat vísur Tjóðveldi á, at verður blokkstuðul latin frá landi til kommunur, so er øll greið ábyrgd farin beinanvegin og eisini frælsið hjá kommununum.
Tí mælir Tjóðveldi staðiliga til, at skattaskipanin verður broytt, soleiðis, at kommunuskattur eisini verður ásettur progressivt, og at hetta verður fíggingargrundarlagið til nýggju økini hjá kommununum.