Tjóðveldi vil hava politiskar fangar leyslætnar

Tjóðveldi heitir á stjórnina í Spania um at loysa kreppuna í Katalonia við samrøðum og fólkaræði

Tjóðveldi hevur nú sponsku stjórnini, og til spanska tinginum, eina áheitan um at lata politisku fangarnar úr Katalonia, leysar aftur, og at loysa kreppuna í Katalonia við samrøðu og fólkaræði.

Samstundis mótmælir Tjóðveldi, at politikarar og leiðarar eru fongslaðir fyri eina fólkaræðisliga fólkaatkvøðu.

– Síðan 2010, tá ið spanski stjórnarskipanardómstólurin kolldømdi uppskotið til nýggja stjórnarskipan fyri Katalonia, ið varð samtykt á fólkaatkvøðu, og sum eisini varð samtykt bæði í spanska og katalanska parlamentunum, hevur støðan í Katalonia verið alsamt meira spent.

­– Eftir fólkaatkvøðuna í 2017 er støðan hartil støðugt versnað. Politikarar og leiðarar í Katalonia hava verið varðhaldsfonglsaðir og í útlegd í næstan tvey ár. Tann 14. oktobur 2019 endaði rættarsakin við, at níggju av teimum ákærdu fingu dómimillum 9-13 ára fongsulsrevsing, umframt at spanskir myndugleikar vildu havsa enn fleiri fólk handtikin

 – Hetta loysir ikki kreppuna í Katalonia, tvørturímóti, sigur Tjóðveldi.

– Samstundis er talan um eitt álop á fólkaræðið og grundleggjandi mannarættindi, tá fólk verða beind í fongsul, bara tí tey skipa fyri eini fólkaatkvøðu.

Í áheitanini á sponsku stjórnina sigur Tjóðveldi:

Vit vilja øll hava eitt Evropa, har sterkt fólkaræði, talufrælsi og rætturin til at savnast og mótmæla, eru galdandi.

 – Vit vilja eisini øll, at kreppur verða loystar við samrøðu. Tí alternativið kenna vit - og tað vilja vit ikki hava.
– Vit løgtingsfólk, leiðsla og umboð fyri politiska flokkin Tjóðveldi í Føroyum, vilja hervið heita á tykkum í sponsku stjórnini um at taka stig til at loysa kreppuna í Katalonia skjótast til ber.

– Neyðugt er við politiskum loysnum á politiskum avbjóðingum.

– At nýta dómstólar til at seta politisk mótstøðufólk í fongsul loysir ongar trupulleikar. Hetta ger trupulleikarnar størri.

– Vit mótmæla staðiliga fongsling av fólkum, ið við fólkaræðisligum amboðum stríðast fyri sjálvsavgerðarrætti, samrøðu og fólkaræði.

– Eins og “UN Group on Arbitrary Detention” og “Amnesty International” fara vit at heita á tykkum at leyslata katalansku politisku fangarnar beinanvegin.
Tjóðveldi sigur, at einasti vegurin fram –og vegurin til loysn á kreppuni í Katalonia – eru samrøða og fólkaræði.

– Vit vilja tí heita á tykkum um sum skjótast at fara undir veruliga samrøðu um loysnir, ið eru grundaðar á javnbjóðis virðing og fólkaræði – til gagns fyri alt fólkið í Katalonia og Spania - og Evropa sum heild, sigur Tjóðveldi.