Tjóðveldi í tvístøðu

Vinstra, høgra, vinstra, høgra – hvat er rætta lagið?
Tann spurningin kunnu tey grunda yvir í Tjóð­veld­i­num, meðan Aksel Jo­hann­e­sen hevur frítt spæl við at leggja sjógv mill­um Javn­að­ar­flokk­in og Fólkaflokkin.

Aks­el kann vinna sær at­kvøð­ur við at tryggja sín­um velj­ar­u­m, at velja tey Javnað­ar­flokk­in, so verður Jørgen Nicl­a­sen hvørki løgmaður ella fíggj­­ar­mál­a­ráð­harri.

Hetta hevur Høgni Hoy­dal ikki ráð til, hvussu gjarna hann so vil. Um hann skal gera sær nakrar vónir um at náa víðari á fullveldisleið, so kann tað bara gerast við Jørg­en Niclasen sum løgmanni. Tí kann Tjóðveldi ikki útilokað Fólk­a­flokk­in – tvørtur ímóti. Jørg­en Niclasen og Fólka­flokk­ur­in eru einasta vón hjá Tjóð­veld­i­num í so máta.

Aksel kann soleiðis dyrgja eftir tjóð­veld­is­velj­ar­um, sum ræðast ella troytt­ast av Fólk­a­flokkinum og sos­i­al-li­be­ra­l­um sam­­bands­­velj­­ar­um. Með­an Kaj Leo er far­in at tosa um full­veldi, so hev­­ur Aksel pro­kl­a­m­er­að Javn­að­ar­flokk­in sum samríkisflokk.
– Tjóðveldi má bíða eftir loys­ing­ini, áðrenn flokkurin fær be­stemm­að seg til, um hann er høgr­a­vendur ella vinstr­a­vendur. Er tað løgið, at blokk­pol­i­tikkur í Føroyum er so vón­leysur?