Um Tjóðveldi hevur skift kós, ella um Páll á Reynatúgvu nú hevur sett framsøgusessin í veð fyri lokalum seráhugamálum, fáa vit at síggja.
Men so seint sum mánadagin brikslar Kristina Háfoss á Facebook Fólkaflokkinum í sambandi við, at flokkurin vil fíggja Marknagilsdepilin á sama hátt, sum Páll á Reynatúgvu nú vil fíggjar Sandoyartunnilin.
Hon vísir á, at hetta bindur fíggjarlógir komandi 20-30 árini, at einki samsvar verður millum íløguútreiðslur og veruliga virksemið í landinum.
– Samanumtikið er onki sum talar fyri at fíggja Marknagilsdepilin við láni uttan fyri fíggjarlógina.
Hetta tykist bert at vera ein roynd frá nøkrum samgongupolitikarum, at fremja munandi fleiri íløgur, og samstundis kunna siga, at hesar halda seg innan fyri langtíðar íløgukarmin.
– Men hetta er at »snýta seg sjálvan« og alt samfelagið, sigur Kristina Háfoss.
– Well... Eru øll ikki líka fyri lógini, frú Kristina Háfoss og harra Høgni Hoydal?
– Ella hevur Páll á Reynatúgvu nú traðkað við síðuna...?