Tjóðveldið tekur undir við Kalsø

Størsti andstøðuflokkur á tingi tekur undir við broytingaruppskotinum hjá landsstýrismanninum í fiskivinnumálum.Heidi Petersen, tingkvinna og framsøgufólk í fiskivinnumálum hjá Tjóðveldisflokkinum, er samd við landsstýrismanninum í fiskivinnumálum og hansara broytingaruppskoti til lóggávuna um vinnuligan fiskiskap.
- Tjóðveldisflokkurin tekur undir við uppskotinum hjá landsstýrismanninum, og vit fara at atkvøða fyri uppskotinum, um tað kemur óbroytt úr vinnunevndini, sigur Heidi Petersen.
Jørgen Niclasen, samgongutingmaður, segði við Útvarpið fríggjadagin, at Bjørn Kalsø, landsstýrismaður, hevði brotið samgonguavtalu við broytingaruppskotinum. Bjørn Kalsø hevur víst øllum atfinningum aftur.