Tjóðveldi tekur frástøðu frá samgonguni

Formaðurin í Tjóveldi vil ikki binda sín flokk upp at nøkrum øðrum flokki í sonevndum blokkpolitikki. Útmeldingar í kjalarvørrinum á fundi í Eysturoyar Tjóðveldisfelag herfyri kundu illa tulkast øðrvísi enn at flokkurin tók frástøðu frá Javnaðarflokkinum fyri í staðin at vilja seta ferð á frælsisstríðið og skipa ein føroyskan nationalstat. Ta útmeldingina tulkaðu tey flestu sum at flokkurin vil royna at nærkast Fólkaflokkinum.

Men soleiðis er ikki, slær formaðurin í Tjóðveldi fast í dag.

- Á umrødda fundinum í Eysturoyar Tjóðveldisfelag varð hinvegin sligið rimmarfast, at Tjóðveldi tekur allarsterkastu frástøðu frá avoyðingarpolitikkin hjá Fólkaflokkinum, Sambandsflokkinum, Miðflokkinum og Sjálvstýrisflokkinum – í bæði vinnupolitikki, búskaparpolitikki, skattapolitikki, sosialpolitikki, útbúgvingar- og mentanarpolitikki, rættartrygd og í tjóðskaparspurninginum við hækkaðum blokki og ógvusligum sambandspolitikki.

Tað sigur Høgni Hoydal í almennari fráboðan frá flokkinum.

Samstundis vísir formaðurin í Tjóðveldi á, at fundarfólkið á nevnda fundi hjá Eysturoyar Tjóðveldisfelag kortini helt, at Tjóðveldið skal ikki binda seg í nakran blokkpolitikk frammanundan, um hetta elvir til, at frælsisstríðið verður parkerað og samráðingarstøðurnar fastlæstar.