Sosialurin kunnger í dag seinastu veljarakanningina undan løgtingsvalinum, sum verður í morgin. Kanningin vísir, at Sambandið verður størsti flokkur við 24,6%, meðan Fólkaflokkurin verður næst størstur við 23% av atkvøðunum.
Javnaðarflokkurin fær 19,2% meðan Tjóðveldi endar á 18,4%, sum tann minsti av teimum fýra stóru flokkunum.
Sjálvstýrisflokkurin verður minstur við 3,5%, nýggja Framsókn fær 5% og Miðflokkurin 6,2%.
Í tingfólkatali vísir kanningin, at Sambandsflokkurin og Fólkaflokkurin fáa 8 tinglimir hvør, Javnaðarflokkurin og Tjóðveldi fáa 6 í part, Miðflokkurin og Framsókn fáa hvør sínar tveir, meðan Sjálvstýrisflokkurin fær ein tinglim.
Tað merkir, at Sambandið og Fólkaflokkurin vinna ein tinglim í part, Javnaðarflokkurin stendur í stað, meðan Tjóðveldi missir tveir, Miðflokkurin og Sjálvstýriisflokkurin missa ein í part, meðan Framsókn kemur inn sum nýggjur flokkur við tveimum tinglimum.
Kanningin, sum Gallup hevur gjørt fyri Sosialin, gevur eisini boð upp á, hvørji fólk skulu manna Løgtingið komandi fýra árini.