Suðuroy
Tjóðveldisflokkurin í Suðuroy er liðugur við uppstillingina til løgtingsvalið í apríl. Á listanum eru sjey valevni. Tey, sum fara at stilla upp fyri tjóðveldisflokkin í Suðuroy, eru:
Gestur Hovgaard, samfelagsfrøðingur, Klaksvík
Maibritt í Hørg, húsmóður, Sumba
Jógvan Krosslá, borgarstjóri, Vágur
Martin í Nesi, málarameistari, Hvalba
Hergeir Nielsen, løgtingsmaður, Vágur
Rúni Nielsen, sølumaður, Tvøroyri
Ólavur Rasmussen, prestur, Tvøroyri
Lesarin hevur ivaleyst lagt til merkis, at Óli Holm, landsstýrismaður tjóðveldisfloksins í mentamálum, er ikki á listanum, hóast hann er vágbingur. Tað hava vit tosað við landsstýrismannin við aðrastaðni her á síðuni.
Hinvegin er eisini greitt, at Dan Nielsen, býráðslimur og fyrrverandi borgarstjóri á Tvøroyri, heldur ikki stillar upp, hann hevur annars verið trúgvur á listanum til fleiri val.
Vert er eisini at leggja til merkis, at tað eina valevni, Gestur Hovgaard, býr í Klaksvík, men hann hevur røtur í Suðuroy, tí hann er hovbingar.
Av hesum sjey valevnunum, eru tey trý nýggj á listanum, tí hvørki Gestur Hovgaard, Martin í Nesi, ella Rúni Nielsen, hava stillað upp áður.