BÝRÁÐSVALIÐ
Jan Müller
Í dag stendur býráðsvalið í Føroyum í skugganum av amerikanska forsetavalinum. Men tað er bara ein vika, inntil føroyingarnir skulu til valborðini. Týsdagin 9. november eru býráðsval á skránni. Einki hevur verið at hoyrt um veljarakanningar undan býráðsvalunum, og í nógvum førum ber illa til at gera kanningar, tí uppstillingin er ikki flokspolitisk, og ofta er heldur talan um persónsval enn floksval.
Men í kvøld verður eitt blað borið í húsini í høvuðsstaðnum, sum 2. ð í Hoydølum hevur gjørt í sambandi við býráðsvalið. Í tí blaðnum er ein kanning, har ein kanning er gjørd um, hvat tey ungu ætla sær at velja.
Spurt verður eitt nú um, hvønn flokk tey ungu ætla sær at velja, og hvønn tey vilja hava at vera býráðsformann. 215 næmingar, sum ganga í 2. HH á handilsskúlanum í Havnini, og sum ganga í 1. HF og 3. s í Hoydølum vórðu spurdir. Hetta er ein ikki so lítil partur av teimum, sum týsdagin fyrstu ferð skulu velja. Samlaða talið av teimum, sum fyrstu ferð fara á býráðsval týsdagin, er 3000. Av hesum skulu 900 velja til býráðsvalið í høvuðsstaðnum. Bert tey, sum eru millum 18 og 21 ár, eru við í kanningini.
Tjóðveldið størst
Fleiri upplýsingar eru at finna í blaðnum, sum verður borið út í kvøld. Sosialurin hevur kortini fingið úrslitið av floksbýtinum.
Tjóðveldisflokkurin eigur størstu undirtøkuna millum tey, sum í høvuðsstaðnum skulu á býráðsval fyrstu ferð. 29 % ætla sær at velja Tjóðveldisflokkin. Fólkaflokkurin eigur 25 og Javnaðarflokkurin 20 prosent av atkvøðunum hjá teimum ungu. Sambandsflokkurin eigur ikki serliga dygga undirtøku millum tey, sum skulu velja fyri fyrstu ferð. Sambært kanningini ætla bara 10 % av seta krossin fyri Sambandsflokkin. Miðflokkurin eigur 5 % og Sjálvstýrisflokkurin 2 % av atkvøðunum.
Enn tykjast vera ungar atkvøður, sum ganga leysar. 14 prosent av teimum ungu høvdu ikki tikið støðu, hvønn tey skuldu velja, tá ið kanningin varð gjørd. Kanningin varð gjørd í fystu vikuni av oktober. Tá var valstríðið ikki rættuliga byrjað. Síðani hevur nógv verið skrivað og rikið á annan hátt. Tí er væl hugsandi, at myndin kann vera broytt, men tað man neyvan vera nakar ivi um, at onkrar ábendingar eru í kanningini.