Tjóðveldi stóri taparin

Meðan Sambandið og Javnaðarflokkurin gjørdust stóru vinnararnir á fólkatingsvalinum í kvøld, gjørdist Tjóðveldi stóri taparin.

Flokkurin gekk aftur í so at siga øllum valdømum og endaði á einum triðja plássi bert fáar atkvøður framman fyri Fólkaflokkin.

Allar veljarakanningar bóru annars greið boð um, at somu flokkar og somu persónar fóru at manna føroysku fólkatingssessirnar, men meðan Edmund Joensen megnaði at enda nakrar fáar atkvøður framman fyri Kaj Leo Johannesen, so var tað Sjúrður Skaale, sum avloysti fyrrverandi partamann og floksformann sín, Høgna Hoydal.

Formaður Tjóðveldisins gjørdist kortini nógv størsti atkvøðuslúkurin hjá Tjóðveldi, men tað rakk altso ikki til afturval í Fólkatingið.

Tað var tí eitt greitt tilfeldi av, at lærlingurin vann á meistaranum. So meðan Sjúrður Skaale í yvirførdum týdningi stendur á Kunoyarnakki, skal hann í veruleikanum strúka um fløtu korridorirnar á Christiansborg komandi valskeiðið.