GLOYMD er framferð landsstýrisins móti undanfarna Landsverkfrøðingi, og Tjóðveldisflokkurin ? størsti samgonguflokkur - er saman við samgonguni og Sambandsflokkinum við til at blástempla framferðina hjá Finnboga Arge móti Landsverkfrøðinginum.
ØLL ætlanin er ikki sørt ivasom. Partafelagið Vágatunnilin kann í prinsippinum seta prísin at sleppa um Vestmannasund sum tað vil. Hettar segði Finnbogi Arge í omanfyrinenvdu sjónvarpssending. Hettar merkir við øðrum orðum, at vágafólk og onnur, ið koma at nýta undirsjóvartunnilin í prinsippinum onga vissu hava fyri, at tey sleppa tvørturum fyri sama prís, sum í dag, ella minni. Hettar er fyrsta stig til brúkarabetaling av tí, ið átti at verið almennar tænastur í Føroyum. Hvat verður tað næsta?
VIT hava fyrr nevnt tað skeiva í, at ein partur av føroyska veganetinum kann gerast ogn hjá útlendskum kreditorum, og at eitt alment partafelag ikki er undir lógini um alment innlit. Spurningurin er um Heini O Heinesen ikki eisini hevur rætt, tá hann sigur, at alt landsveganetið í Føroyum átti at havt sama eigara. Harmiligt er bert, at Tjóðveldisflokkurin gevir seg í hesum ideologiska máli. Hvussu verður næstu ferð ein tunnil skal borast í Føroyum? Nógvir tunlar eru einsporaðir, og gerast heldur ikki yngri. Skulu onnur partafeløg standa fyri tí? Er brúkaragjald vegurin frameftir? Hvussu verður tá við útjaðarinum?
TAÐ mest ótrúliga í argumentatiónini hjá Finnboga Arge er, at hann sigur, at partafelagsformurin er neyðugur fyri at sleppa uttanum íløguloftið á fíggjarlógini. Hví hava vit eitt íløguloft á fíggjarlógini? Tað má vera fyri ikki at ovurupphita búskapin. Heldur landstýrismaðurin í Vinnumálum, at landið, við at lánifíggja eina íløgu uttanum fíggjarlógina, sleppur undan ovurupphiting? Bert tað, at landsíløgur vera lánifíggjaðar fyri fyrstu ferð í nógv ár, átti at fingið onkran at øtast. Lánifíggjaða íløgan hjá landstýrismanninum hevur nógv størri ávirkan á búskapin enn t.d. ein íløga, har landið innflytir tól til eitt nú Landssjúkrahúsið.
VIT eftirlýsa enn einaferð góð argument móti, at hesin tunnilin verður gjørdur av Landsverkfrøðinginum, eins og flestu undanfarnu tunlar í Føroyum. Fíggingin kann vera beint av fíggjarlógini ella fíggjað úr einum grunni uttanfyri fíggjarlógina, har peningurin verður játtaður av fíggjarlógini, uttan at hann noyðist at brúkast upp fyri hvørt ár. Vil man Landsverkfrøðingsstovninum og føroyskari tunnilsgerð til lívs, so er ivaleyst bert at taka undir við anleggslógini hjá Finnboga Arge.
Sosialurin