Tjóðveldi sóknast eftir myndum frá 1948

Flokkurin vil gjarna hava fatur í myndum, sum eru frá tíðarskeiðnum tá flokkurin bleiv stovnaður Tjóðveldi ætlar at skipa fyri einari myndaframsýning í samband við, at flokkurin fyllir seksti ár. Flokkurin vil gjarna hava fatur í myndum, og øðrum áhugaverdum tilfari, sum er frá stovningarárinum 1948, og frá fyrsta tíðarskeiði floksins. Myndirnar nýtast neyðturviliga ikki at hava samband við politikk. Myndir, ið lýsa føroyska samfelagið í 1948 eru allar viðkomandi. Tey ið eiga myndir ella annað áhugavert tilfar kunnu venda sær til floksskrivstovuna á tlf.nr. 229946 ella 224698. Til ber eisini at senda ein teldupost til loysing@post.olivant.fo