Tjóðveldi misbrúkar Føroyanevndina

Tað sigur Edmund Joensen, fólkatingsmaður og formaður í Føroyanevndini, nú Høgni Hoydal hevur biðið Brian Mikkelsen um at koma í samráð.

- Avvarðandi ráðharrar og landsstýrismenn fara sjálvandi at tala saman um hendingagongdina kring húsagangin hjá Eik Banka. Tað er óhóskandi, at fólkatingsmaðurin hjá Tjóðveldi vil leggja uppí og misbrúka Føroyanevndina til at skapa sær sjálvum eitt fjølmiðlashow, sigur Edmund Joensen

Edmund Joensen sigur, at áheitanin frá Høgna Hoydal um at fáa búskaparráðharran, Brian Mikkelsen, í samráð í Føroyanevndini um húsagangin hjá Eik Banka, er lítið annað enn ein roynd at skapa uppmerksamheit um seg sjálvan. Hetta heldur Edmund Joensen vera eitt fjølmiðlashow og eitt spæl fyri gallarínum, sum ikki kann takast í álvara. Hetta er at misbrúka Føroyanevndina.

- Húsagangurin er eitt samtaluevni, ið hoyrir heima í samrøðum millum Landsstýrið og stjórnina, og eg skilji, at løgmaður og forsætisráðharrin longu hava talað saman. Landstýrismaðurin í fíggjarmálum hevur hevur eisini boðað frá, at hann skal hava samskifti við avvarðandi ráðharra. Fólkatingsmaðurin hjá Tjóðveldi kann bara grugga málið, og tí er tað eisini óhóskandi at kalla ráðharran í eitt samráð, ið bert hevur til endamál at skapa eitt fjølmiðlashow, sigur Edmund Joensen, sum er formaður í Føroyanevndini.

Hann vísir á, at tað, sum hevur týdning fyri øll í Føroyum er, at stjórnin, sum fólkatingsmaðurin sjálvur er partur av, tók avgerð um, at bankapakkarnir skuldu fevna um allar bankar í ríkinum.

- Tað mest týðandi er, at eingin uppsparari hevur mist pengar, og at landskassin heldur ikki hevur sett pengar til, nú størsti føroyski bankin fór av knóranum. Tað hevur eisini týdning, at føroyski búskapurin fær so lítlan skaða sum møgulig, og at vit varðveita stabilitetin, sum skipanin í Ríkisfelagsskapinum gevur. Alt annað er uttanumtos, sigur Edmund Joensen.

Tá Fólkatingið er komið saman í hesi vikuni, skal støða takast til, um og nær samráð verður í Føroyanevndini.