Tjóðveldi merkir fólkaræði

Men hava vit veruligt fólkaræði, tá Føroya fólk ongantíð hevur samtykt, at týdningarmestu avgerðirnar okkara vegna verða tiknar av einum tingi og eini stjórn í einum øðrum landi? Tá vit sum føroyingar ikki kunnu ábyrgda okkara politikarar og halda teir til svars fyri avgerðir, ið hava týdning fyri okkum øll og okkara eftirkomarum?

Svarið er sjálvsagt nei. Og tí vilja vit í Tjóðveldinum hava veruligt fólkaræði, har vit samtykkja okkara egnu grundlóg og taka fulla ábyrgd.

 

Á Fólkatingi gera vit støðugt vart við hetta fólkaræðisliga brotið – og enn hevur ongin ráðharri ella politikkari megnað at svara spurninginum, hvørt tað er í samsvari við fólkaræðisligar grundreglur, at Føroya fólk ikki hevur samtykt sínar egnu stjórnarskipan.

 

Tí er fólkaræði eisini okkara mál og virði á Fólaktingi.

 

Vit arbeiða fyri somu greiðu málum uttan mun til, um tað er á løgtingi, á Fólkatingi, í altjóða samstarvi og øllum tí í føroyska samfelagnum – í Sumba eins væl og í Skálavík ella á Viðareiði.

 

Vit hava sett okkum fimm greið hjartamál – sum fólk kunnu halda okkum fast uppá. Har fólk vita, hvar tey hava okkum, og krevja, at vit halda okkum til tey:

 

Vit hava greiða kós, virðir og hugsjónir í øllum okkara arbeiði. Vit hála ikki tilvildarlig mál niður úr luftini. Men arbeiða miðvíst, sakliga og seriøst við at vinna undirtøku fyri okkara málum.

 

Vit halda, at fólkatingsumboðanin er ein leivd frá fortíðini, sum ímyndar, at vit ikki hava fólkaræði og ábyrgd av øllum okkara avgerðum um framtíðina í Føroyum.

 

Men vit hava nýtt og vilja nýta fólkatingsval og fólkatingsarbeiðið til at vinna undirtøku og virðing fyri okkara málum. Við at hoyrast, síggjast, upplýsa og arbeiða. Skapa virðing og sambond.

 

Vit vilja ikki niður at sita Vit vilja niður at flyta.

 

At flyta fordómar. At flyta mørk. At flyta ábyrgd heim til Føroya. – At flyta fólkaræðið heim til Føroya.

 

So at vit í Føroyum kunnu taka tær veruligu avgerðirnar um okkara framtíð. Ikki við ótta og vantandi áliti á okkum sjálvi. Men við sømd og virðing.

 

Hetta hevur ongantíð verið meira neyðugt enn nú, har vit í føroyskum politikki hava mist øll mál og alla ábyrgd burtur, og renna undan øllum avgerðum ið kunnu framtíðartryggja okkara land og fólk.

 

Tí er fólkatingsvalið eins og komandi løgtingsvalið eitt gylt høvi hjá føroyingum at siga: Nú vilja vit hava greiða kós, álit og virðing í føroyskan politikk.