– Eingin føroyingur ivast í, at sjálvsavgerðarrættur Føroya er hjá føroyingum, men uppgávan hjá Tjóðveldi á Fólkatingi er jú at sáa iva um alt og øll.
Tað sigur Bárður á Steig Nielsen, formaður í Sambandsflokkinum, í lesarabrævi í dag.
Hann viðmerkir kjakið, sum hevur verið um føroyska sjálvsavgerðarrættin seinastu dagarnar. Magni Arge, fólktingsmaður fyri Tjóðveldi, hevur víst á, at danskarar hava ikki boðað Sameindu Tjóða (ST) frá, at føroyingar hava sjálvsavgerðarrætt at taka loysing. Føroyskir politikarar hava annars hildið, at hetta var langt síðani gjørt.
– Eg haldi, at tað er løgið, at tað tók heili 11 ár at fáa at vita, at vit ikki hava hendan sjálvsavgerðarrætt, sigur Magni Arge.
Bárður á Steig sær ikki sama trupulleika.
– Øll munnu vita, at Sambandsflokkurin er fyri Ríkisfelagsskapinum, meðan aðrir flokkar – serliga í samgonguni – eru ímóti okkara positiva felagsskapi. Nú skal so sjálvsavgerðarrættur Føroya, sum langt síðani er staðfestur, blandast uppí, og tað er Tjóðveldi, ið sum vant, vil hava konfliktina, sigur Bárður Nielsen.
– Nú um dagarnar er Tjóðveldisumboðið vorðin firtið inn á danskarar, tí teir ikki skulu taka undir við sjálvsavgerðarrætti Føroya. Hetta er ósatt, tí danska stjórnin og parlamentið virðir sjálvandi sjálvsavgerðarrættin. Enntá er ein samtykt í Fólkatinginum, sum sigur, at sjálvsavgerðarrætturin verður virdur, um Føroyar vilja taka seg úr ríkinum. Her er einki at koma eftir, sigur Bárður Nielsen.
Lesarabrævið hjá Bárði á Steig Nielsen kann lesast her.